Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá Klaksvíkar Kommunu: 50 nýggj grundstykki

(Norðlýsið – Tíðindi)

Útivið 50 grundstykki millum Hjalla verða tøk á heysti 2007

Tilboðini upp á byggibúningararbeiðið av økinum Millum Hjalla vórðu latin upp í býráðshøllini mánadagin tann 14. august 2006. Arbeiðið ætlast byrja skjótast gjørligt, soleiðis at hesi 50 grundstykkini til sethús verða tøk at byggja á í komandi ári.Hanus Poulsen, byggifrøðingur á Teknisku Umsiting, upplýsir fyri heimasíðuni, at inn komu fylgjandi fýra tilboð frá arbeiðstakarum (allar upphæddir uttan mvg):

P/f Byggitek Kr 10.240.551,00
Kanjon spf. Kr 10.405.140,00
J&K Petersen Kr 12.982.958,00
Gunleiv Joensen Kr 13.610.996,80

Tíðarætlanin fyri sjálvt byggibúningararbeiðið er sett til eitt ár. Arbeiðið ætlast byrja skjótast gjørligt, so skjótt sum avtala er fingin við ein av útbjóðarunum.

Arbeiðið umfatar í stórum: jørð-, kloakk-, vatn-, betong- og asfaltarbeiði.
Atkomu- og útstykkingarvegurin er 810 metrar.

Gøtuljós.
Umframt omanfyri nevndu útbjóðing hevur fyrr í summar verið ein lisitasjón av arbeiðnum við gøtuljósum Millum Hjalla, har fylgjandi tilboð vórðu latin inn (allar upphæddir uttan mvg):

Sp/f Tummas Thomsen Kr 468.512,00
Sp/f Einar Mortensen Kr 431.582,00
Sigurd Syderbø Kr 501.036,97
EL-IN Kr 469.823,30


Í løtuni verður málið fyrireikað umsitingarliga til at leggja fyri nevndarumfarið í september, tá støða verður tikin til innkomnu tilboðini.


Arbeiðini ætlast at byrja skjótast gjørligt, soleiðis at hesi 50 grundstykkini til sethús verða tøk til ábygging á heysti í komandi ári.

Sí annars heimasíðuna hjá Klaksvíkar Kommunu: www.klaksvik.fo