Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá Klaksvíkar Kommunu: Fólkatingsins formansskapur á vitjan

John William Joensen

Klaksvíkar Býráð var mánadagin vertur við eitt ábit í býráðshøllini.

Heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommunu skrivar, at formansskapurin í danska Fólkatinginum saman við formansskapinum á Føroya Løgtingi vóru á vitjan í Klaksvík mánadagin, har býráðið var vertur við eitt ábit í býráðshøllini.

Jákup Mikkelsen varaborgarstjóri beyð gestunum vælkomnum og helt eina stutta røðu.

Í røðu síni greiddi varaborgarstjórin skemtiliga frá, at hann hevði leikt eitt talv ímóti Niels Helveg Petersen á eini arbeiðsferð í ST-bygninginum fyri nøkrum árum síðani. 

Jákup segði, at teir høvdu avtalað, at um Jákup vann, so skuldi Niels atkvøða fyri sjálvstøðu Føroya, um og tá tað kom til atkvøðugreiðslu í Fólkatinginum.

Jákup vann talvið, og helt tí fyri, at hann átti eina atkvøðu á Fólkatingi fyri at Føroyar kundu gerast sjálvstøðugar – hesum nikkaði Niels Helveg Petersen játtandi fyri við einum lítlum skálkabrosi.

Dávur Winther, mentanarleiðari hevði eina framløgu fyri fylginumum um Klaksvíkar Kommunu.

Formanskapinum í Fólkatinginum sær soleiðis út:

Christian Mejdahl, formaður
Svend Auken, 1. næstformaður
Poul Nødgaard, 2. næstformaður
Helge Adam Møller, 3. næstformaður
Niels Helveg Petersen, 4. næstformaður

Umframt frammanfyri nevndu við frúum vóru við í ferðini:
Claus Detlefssen virkandi stjóri
Anne Birgitte Linholm varastjóri
Anne Mette Falbe Hansen ráðgevi
Inge Stockholm kontórfulltrúi
Edmund Joensen, løgtingsformaður og frú Edfríð
Hergeir Nielsen 1. næstformaðurog frú Hanna
Vilhelm Johannesen 2. næstformaður
Óli Breckmann 3. næstformaður og frú Birna
Høgni Hoydal, fólkatingsmaður
Anfinn Kallsberg, fólktingsmaður og frú Berghild
Súsanna Danielsen stjóri
Høgni Joensen, ráðgevi
Marius Rein skrivstovufulltrúi og frú Kristianna

Eftir ábitið í býráðshøllini varð farið til Kunoyar, har bygdarráðið við Heina O. Heinesen á odda tók ímóti. Gingið var runt í bygdini, har høvi eisini var at síggja kirkjuna.
Síðani varð boðið kaffi og køkur í bygdarhúsinum.

Ávegis til Tórshavnar fór ferðalagið inn í Christianskirkjuna – Øll vóru samd um, at hon av sonnum var eitt "undurverk", skrivar www.klaksvík.fo.