www.klaksvik.fo skrivar, at Klaksvíkar Kommuna og FSF taka nýgjørda sparkivøllin í Mikladali í nýtslu leygardagin 22. september.
Skrá:
*Klaksvíkar Hornorkestur spælir við vøllin
*Borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Steinbjørn O. Jacobsen heldur talu
*Umboð fyri FSF heldur talu
*Gunvá við Keldu forkvinna í mentanarnevndini heldur talu
*Markus í Norðnástovu hugleiðir um byrjanina av vøllinum.
*1. deild kvinnur hjá Kí hava lætta venjing.
*Treysti rennur frá Nesmunnanum og oman á vøllin.
*Síðani bjóðar borgarstjórin til kaffi í Innistovu.
Tiltakið byrjar uml. kl. 18.30, og hetta merkir at avoyggjafólk mugu fara við Sam av Klaksvík kl. 17.15
Sam siglir leigutúr av Syðradali eftir hugnaløtuna – uml. kl. 21.00.




