Nakrir ungir mans hava sligið seg saman at manna 8-mannafarið hjá Kl. Róðrarfelag, Nevið Reyða, sum tó ikki er fullmannað enn – áhugaðir eru vælkomnir afturat.
Vit løgdu leiðina inn á gólvið í róðrarneystinum í vikuni, har nakrir ungir mans vandu saman.
Teir løgdu dent á, at enn er sjálvandi ógvuliga tíðliga við kappróðrartíðindum til komandi kappróðrarár, men duldu tó ikki fyri, at teir hava ætlanir um at manna Nevið Reyða til komandi kappróðrarár.
Teir, sum vandu hetta kvøldið, mundu vera einir 6 í tali – flestallir hampuliga royndir róðrarmenn.
Sum skilst, er báturin heldur ikki fullmannaður enn, og teir lótu heilsa, at um onkur er áhugaður at koma við, so er viðkomandi vælkomin at kontakta bátsformannin, sum er John Reid Jacobsen.




