Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá Næraberg (4) leygarkvøldið 5. mars 2005: Úr greinasavninum: Jógvan liggur við….Kaj

Jógvan Eliasen

Tíðindi frá Næraberg (4) leygarkvøldið 5. mars 2005
Halló øll heima. Júst komin av vakt. Á middegi í dag borðreiddu vit bæði Maibritt við steiktum búffum við vanligum og bakaðum eplum, grønmeti og tveimum ymiskum sósum afturvið.

Í kvøld hava vit havt ræstan fisk og epli, við garnatolg og góðum lakasaltaðum spiki. Sum alternativ høvdu vit hamburgararygg og grønmeti við vanligum smelti og leykasmelti. Til báðar máltíðirnar sjálvandi breyð við nógvum góðum viðskera.

Fiskiskapurin
Í gjár stimaðu vit heilt fitt og leitaðu. Vit vóru góðar 350 fjóðringar vestur úr Írlandi, og tá vit kastaðu aftur í gjárkvøldið høvdu vit stimað eysturyvir aftur, og vóru einans 90 fjóðringar úr landi. Og tá bar til. Vit hava fingið nøkur hál síðani, og munnu hava eini 700 tons í lastini tá hendan vaktin verður liðug á miðnátt.
Nú haldi eg meg hoyra at hann setti á spølini. Tað hoyrist eitt eyðkent ljóð um alt skipið tá hálað verður. T.v.s at um einar 20 minuttir, so liggur posin aftur á dekkinum. Vit vóna at fáa framhaldandi gott fiskarí.
 
Tilvildarligar myndir.
Eg havi hesaferð loyvt mær at senda tykkum nakrar tilvildarligar myndir av persónum umborð. Myndirnar eru tiknar í messuni í gjár, áðrenn tey ungu vórðu sett til at vaska umborð. Nakrar av myndinum eru eisini frá vaskingini.

Burturkast umborð
Vanliga hugsar ein ikki yvir, hvar alt burturkastið umborð á skipum endar. Eg hugsi at tey flestu munnu halda, at alt verður blakað í havið, – men so er ikki. Umborð á Næraberg er ein greið skipan yvir, hvussu alt burturkast verður handfarið sambært galdandi reglugerð. Tey, ið hava verið á bryggjuni, tá Næraberg landar, hava óivað sæð ein stóran dunga av avfalli, í øllum ælabogans litum, liggjandi á kai-økinum. Hetta er burturkast frá skipinum, ið ikki kann tveitast í havið, men sum skal burturbeinast hjá IRF. Skipanin ryggar stak væl, – og kostar reiðaríinum einar 200.000 kr. um árið. Ynskiligt er, at øll føroysk skip gera tað sama. Eg viðhefti eina mynd av savningarstaðnum fyri rusk umborð á Næraberg.

“Eg liggi við kaj ……”
Eg viðhefti eisini eina mynd av vinmanni mínum Jørgen Oluf Kruse av Eiði. Hann sæst á myndini í ferð við at umvæla okkara køliskáp í galluni. Jørgin Oluf er ein av tveimum elektrikkarum umborð.
Eg komi at hugsa um eina skemtiliga hending frá seinasta túri, ið Jørgin Oluf var partur av. Vit sótu og reypaðu í messuni eitt kvøldið, áðrenn farið varð í koyggjurnar, eg sjálvur, Jørgin Oluf, Brandur Nólsoy og Jóannes Debess úr Havn, ið er ein maskinstjórunum umborð.
Prátið kom inn á bøkur og annan lesnað umborð, og menn greiddu frá, hvat teir lósu í koyggjunum.
Jørgin Olaf greiddi frá, at hann lá í koyggjuni og las bókina um Eiler Jacobsen. Brandur segði seg liggja og lesa eina spennandi skaldsøgu, og minnist meg rætt segði Debess seg liggja og lesa politisøguna hjá Hjartvard Skálagarð.
Tá sigur Jørgin Oluf brádliga við meg: “Og hvussu við tær Jógvan ? “
Tá svari eg, uttan at hugsa meiri yvir tað: “Eg, – eg liggi við Kaj …….” og so brustu allir út úr at flenna. Tað ljóðaði so skemtiligt at eg skuldi liggja við kaj.
Og bókin, ið eg lá og las í koyggjuni, var sjálvandi ævisøgan um Kaj, eftir Justinus Eidesgaard.
 

 
 
Havi tað gott heima øll somul.
 
Jógvan Eliasen
Bridge.naraberg@jfk.fo