Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá Næraberg (6) – Jógvan Eliasen skrivar: Úr greinasavninum: Hevur arbeitt saman við Keld Inge Røkke í 20 ár

Jógvan Eliasen

“Tað liggja stórir framtíðarmøguleikar í fars- og surimi framleiðslu úr svartkjafti”, sigur Petter Aune, framleiðslustjóri umboð á Nærabergi.

Hann var bert 23 ára gamal tá hann gjørdist framleiðslustjóri umborð á framleiðslutrolararnum “Golden Alaska” hjá Kelj Inge Røkke. Hetta varð bert eitt av mongum verksmiðjuskipum hjá tí tá unga Keld Inge Røkke úr Molde, úr Noregi, ið byrjaði sítt peningaimperium í Seattle í USA.
Og Petter Aune kemur eisini úr Molde, og kom í samband við Røkke í 1983. ”Úrslitið varð, at eg flutti yvir til Seattle fyri at kanna umstøðurnar har, og úrslitið bleiv eitt áralangd uppihald í USA, har eg arbeiddi fyri reiðaríið hjá Røkke sum framleiðslustjóri umborð á fleiri av hasara skipum”, sigur Petter Aune á ein stillføran hátt, her vit sita á kamari hansara umborð á Næraberg og práta.

Fer at framleiða surimi.
“Golden Alaska” var upprunaliga bygdur til at framleiða fløk og mjøl umborð, og veiðan var fyri tað mesta alaska pollock”, sigur Petter Aune, “men í 1988 varð skipið siglt til Japan, har ein nýggj tátíðar háteknologisk surimi fabrikk bleiv installerað í skipið. Eg var sjálvur við í Japan ímeðan verksmiðjan varð ísett”, greiðir Petter mær frá.
“Tey fyrstu árini vóru vit vanliga 2 til 3 mánaðir umborð, og einar tvær til tríggjar vikur heima”.
Og fiskiskapurin gekk væl, – sera væl, og í fleiri ár var “Golden Alaska” fremsta skipið til fiskiskap og  úrtøku. Í 1988 hevði ein norsk avís eina grein um Petter og hanara ævintýr í Alaska, har tann eina av myndunum er frá.

Siglt fyri Røkke síðani.
Petter Aune hevur siglt við skipum hjá Røkke síðani, bæði í Alaska, í Russlandi og í Afriku. “Keld Inge Røkke, ið eisini kemur úr Molde, er góður við sínar starvsfelagar, og gert tú eitt gott arbeiði, hevur tú møguleikan fyri at vera verðandi í reiðaríinum. Eg havi so starvast í American Seafood og Norway Seafood líka síðani – og eg skal ikki klaga.”

Eitt sindur um Røkke
Keld Inge Røkke, ið telist ímillum mætastu peningamenn í Noregi í dag, byrjaði sjálvur á dekkinum. Hann hevur lítla og onga skúlagongd, og arbeiddi sum trolmaður umborð fiskiskipum, áðrenn hann byrðaði sítt imperium í USA, við at keypa sær ein lítlan bát, ið síðani blivu til tveir og so fleiri og fleiri. Men byrjanin hjá Røkke var tung og hann hevði nógva andróður, – men treiskur sum ein hestur sleit hann í tí og bleiv við. Hugsjónargrundarlagið hjá Røkke bleiv at byggja risastór og framkomnar trolarar við egnari framleiðsu umborð. Og hetta skuldi vísa seg at verða rætt. Og nógv stór skip vórðu bygd, fyrst American Empress (kontraherað hjá Aukre), American Dynasty á Ulstein Verft og American Triumph hjá Langstein í Tomrefjord skipasmiðjuni, ið nógvir føroyskir reiðarar kenna.
Og júst fyrsta skipið í røðini, Amreican Empress, hevur ført Petter Aune í føroyskan sjógv, – tí American Empress er í dag vorðin til Næraberg.
Orsaka broyttum umstøðum í fiskivinnumynstrinum krin heimin hevur Røkke eisini verið noyddur at finna nýggj økir til síni góðu skip, og tá JFK Trol í Klaksvík hevði svartkjaftaloyvi, rann saman ímillum felagið hjá Røkke og JFK, og Næraberg ætlanin varð sett í verk.

Nú síggja vit úrslitini.
Og Petter Aune hevur verið við í Næraberg ætlanini síðani hon byrjaði, og hann er sannførdur um, at framleiðsla av surimi og øðrum svartkjaftaúrdráttum gerst eitt gullnám. Framleiðslan umborð á Næraberg hevur verið økt hvørt ár, við tað at vit hava fingið úrtøkuna úr 7% upp í 25% teir bestu dagarnar og tá fiskurin er góður. Seinastu túrarnir hjá Nærabergi hava verið teir bestu, og úrtøkan hjá manningini gerst eisini betur.

Neyðugt við stórari framleisluorku.
Eitt av vandamálunum við at fiska svartkjaft til mannaføði er framleiðsluorkan, tí fiskurin skal framleiðast rímuliga skjótt eftir at hann er komin á dekkið. Tá góður fiskiskapur er, kemur tað mangan fyri, at skipið ikki far fiskað, men liggur og bíðar við posanum úti, fyri at sleppa av við fiskim umborð. Hetta er ein trupulleiki hjá Nærabergi í dag.

Næraberg er eitt gamalt skip.
Vit kunnu siga, at royndirnar við Nærabergi hava verið læruríkar. Svartkjaftur er sera væl egnaður til surimi framleiðslu, tí konsistensurin og bindievnini í fiskinum eru góð – nógv betur enn t.d. úr Alaska Pollick. Og keypararnir eru við at síggja, at vøran, ið er farmleidd umborð á Nærabergi, er ímillum heimsins bestu surimi-vørur.

Norway Seafood bjóðar størri skip fram.
Og Keljd Inge Røkke hevur boðið føroyingum eitt nýggjari, størri og betur egnað skip inn fyri Næraberg. Skipið kallast Atlantic Navigator, – ella betur kent sum “Monarkurin”.
“Hetta skip er størri enn nýggi Skálaberg, og hevur bert verið í vinnu í 2 ár. Um tað eydnast Føroya Landstúyri, JFK Trol og Norway Seafood at semjast um ein felags rakstur fyri nýggja skipið, ætla vit at seta nýggja verksmiðju í tað, so vit fáa tvífalt so stóra framleiðsluorku sum Næraberg. Skipið hevur størri motororku, og er bíligari í rakstri á mangan hátt. Mannignartalið við Næraberg er um 80 fólk og kemur nýggja skipið inn, verður talið økt til eini góð 100 starvsfólk”.
“Persónliga síggi eg stórar møguleikar í at framleiða svartkjaft til matna”, sigur ein royndur surimi maður við 20 árum á baki innan hesa framleiðslu. Og tað er Petter Aune, framleiðslustjori umborð á Nærabergi, ið eigur hesi orðini.

Jógvan Eliasen

brigde@naraberg.jfk.fo