Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá Nærabergi hóskvøldið tann 17.06.2005: Í morgun fingu vit maskinbrek

John William Joensen

Tað er tíverri ein partur av gerandiskostinum umborð. Næraberg er á tremur við alskins tekniskari útgerð í maskinrúminum, so av og á er tað okkurt, ið fer, skrivar Jógvan Eliasen

Góðu øll heima.
Fiskiskapurin hevur bara verið góður hjá okkum. Á nátturða í kvøld vóru komin 375 tons av surimi í lastina. Vit hava fiskað í 9 dagar, so tað er bara “all right”.

Í morgun fingu vit maskinbrek. Tað er tíverri ein partur av gerandiskostinum umborð. Næraberg er á tremur við alskins tekniskari útgerð í maskinrúminum, so av og á er tað okkurt, ið fer. Sum áður greitt frá, so framleiða vit eini 400 tons av feskum vatni hvørt samdøgur, og tær báðar 4.400 hesta stóru Caterpillar maskinurnar koyra við fullari ferð, tá nógv fiskarí, og harvið framleiðsla, er.

Slitu eina “stødd”
Hvør av teimum  báðum høvuðsmotorunum á Næarabergi hevur 6 sylindarar, og hvør sylindari er festur við 4 tjúkkum boltum niður í blokkin. Hesir boltar verða á fakmáli nevndir “støddir”. Tað kemur meiri enn so fyri, at ein av hesum støddum slitna, og so missur motorurin trykkið, og orkar ikki meira. Tá er bert eitt at gera, og tað er at støðga, og síðani at skrúva toppstykkið omanav, loysa leivdirnar av teirri slitnaðu støddini, og seta eina nýggja í. Hetta gekk dagurin hjá maskinmonnunum við í dag.
Og tað er ikki altíð “bara bara” at skifta eina stødd, tá vita allir maskinmenn. Er bolturin, ella “støddin”, slitin ovaliga, so kann hon skiftast, uttan at neyðugt er at taka toppin omanav, men er slitið longur niðri, so má alt omanav motorinum, – og soleiðis var hjá okkum, sum eg skilji, og maskinmennirnir skiftu alt toppstykkið sum tað var.

Eg havi viðheft myndir úr maskinrúminum.

Fuglurin hjá Jóhannus
Síðani annan túrin í Írlandi fyrr í ár, hava tveir smáfuglar fylgt Nærabergi. Hesir smáfuglar hava flogið aftur og fram, eru vekk í eina tíð, og koma so aftur. Jóhannus Arge av Argjum, ið er dekkari umborð, hevur víst fuglunum stóran áhuga, og ein dagin herfyri visti hann, tungur í huga,  at siga frá, at annar lá deyður á troldekkinum. Hin hevur síðani fylgt okkum trúðliga, og mikudagin fekk Jóhannus fatur á honum, vátur og illa fyri. Hann setti fuglin í eina dós í turkirúminum, og gav honum okkurt til matna. Jú, lív kom í hann aftur, og nú er hann sum “fuglurin” aftur. Hvør lagnan hjá hesum smáfugli verður, er ikki gott at vita. Vit kenna ikki slagið, men her fáa tit myndir av Jóhannussi og fuglinum, so onkur kann siga okkum, hvat fuglaslag talan er um.

Fáa onkra sild
Lítlil hjáveiða er at fáa. Onkrir smáfisakr er í posanum, sum verða hongdir at ræsa. Av og á er eitt sløð av sild í, og vit kokkar hava saltað sild í ein kagga, og í kvøld steikja vit sild afturvið nátturðanum. Ein mynd er viðheft av Finni, ið klippir fjarðar og ger sildirnar klárar.

Fiska ikki við einum motori
Veðrið er annars av tí allar fagrasta, og ímeðan maskinmenn okkara umvæla annan høvuðsmotorin, liggja vit og “slowa” við einum motori. Ikki ber til at hava trolið úti, um bert tann eini høvuðsmotorurin koyrir. Vit vóna at fáa brekið umvælt skjótt, so vit fáa trolið í sjógvin aftur.

Alt tað besta higani.
Jógvan
jegvan@næraberg.jfk.fo