Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá Nærabergi leygardagin tann 18-06-2005: Jógvan og Tatuana ein túr umborð á Norðborg

John William Joensen

Eg varð boðin við ein túr í nátt, tá vit vóru umborð á Norðborg eftir Tatuanu. Veðrið var av tí allar fagrasta, og lýsið so frætt, at vit kundu taka myndir uttan trupulleikar.

Góðu øll heima.
Bert nøkur stutt tíðini frá okkum av Nærabergi. Frálíka veðrið seinastu dagarnar heldur áfram, og fiskiskapurin er framvegis sera góður. Tað stendur á at fáa framleitt. Í kvøld fara vit at runda 500 tons í last av frystum, – tað er óført. Sambært skiparan, Lion Petersen, so fer góða veðrið at halda sær í nakrar dagar, so tað er bert at vóna, at fiskiskapurin heldur sær á sama støði sum nú.

Fingu fólk av Norðborg
Tað er nokkso vanligt, at skip føra fólk og fæ sínamillum heimanífrá og aftur, tá tørvur er fyri hesum. Talan kann vera um eykalutir, proviant og fólk. Í lýsingini í morgun kom klaksvíksskipið Norðborg á leiðina, har vit royna, og við umborð var Tatuana úr Ruslandi. Tatuana hevur verið við Nærabergi í fleiri ár, og eftir at hava verið heima í frí eina tíð, kom hon aftur umborð í morgun.
Eg varð boðin við ein túr í nátt, tá vit vóru umborð á Norðborg eftir Tatuanu. Veðrið var av tí allar fagrasta, og lýsið so frætt, at vit kundu taka myndir uttan trupulleikar. Eg lati myndirnar tala fyri seg, frá tí at vit fóru, til vit vóru aftur at borði á Nærabergi. Vit vóru tríggir mans við í bátinum, undirritaði, Hans úr Noregi, ið er annar av bátsmonnunum hjá okkum og annar stýrimaður okkara Jógvan á Lakjuni. Túrurin gekk bara heilt væl.

Fáa teldupostar heimanífrá
Vit fáa nógvar teldupostar heimanífrá, bæði frá fólki, ið ynskja okkum gott fiskarí og takka fyri tíðindi, umframt at skildfólk og kenningar hjá manningini senda heilsanir av og á. Eg havi áður sagt frá, hvussu gott tað kennist hjá fólki, at fáa eina lítla heilsan heimanífrá, tá ein er staddur á sjónum, so um tit hava hug at senda onkrum umborð eina heilsan, so er bert at skriva til undirritaða, so skal eg nokk syrgja fyri, at viðkomandi fær heilsanina.

Alt tað besta fyri land og fólk.
Jógvan
jegvan@naraberg.jfk.fo