Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá Nærabergi mikudagin tann 22-06-2005: svartkjafturin hvarv brádliga mánakvøldið

John William Joensen

Fiskiskapurin hjá okkum støðgaði mestsum upp fyri tveimum døgum síðani, skrivar Jógvan Eliasen heim frá Nærabergi

Halló øll heima.
Vit hava framleitt tað, ið vit høvdu umborð av rávøru, ímeðan teir á brúnni hava leitað dúliga runt í eyst og vest.
 Fiskiskapurin hjá okkum støðgaði mestsum upp fyri tveimum døgum síðani. Frá at hava fingið góð og trivalig hál frá fyrsta degi, hvarv svartkjafturin brádliga mánakvøldið.
Vit hava stimað og leita í meiri enn eitt samdøgur, uttan at vit hava borið við nevnivert av svartkjafti aftur. Sum eg skilji á Lion, skiparanum, so er sama myndin hjá øllum skipum á leiðunum, har vit hava roynt hendan túrin. Í skrivandi stund eru vit staddir 85 fjóðringar norðureystur úr Nakkinum, og eitt sløð er at síggja á ekkoloddinum. Lat okkum vóna at tað fer at roynast.
 
Vit hava kortini fingið 600 tons í last, og fólk styttir sær stundir við ymiskum umborð. Fabrikkin er vaskað væl og virðiliga, og menn hava umvælt trol o.a. á dekkinum.
 
Hjá okkum í galluni er meststum altíð tað sama at gera, – kanska heldur meira, tá fólkið hevur minni at gera. Messan og gallan eru savningarstøðini umborð, so trafikkurin av fólki er óførur, og tað er bara gott og hugnaligt, soleingi tað ikki gongur útyvir arbeiðið í galluni.
 
Veðrið er annars av tí allar besta, og ímeðan drotningafamiljan ger seg tilreiðar at fara heim aftur, eftir teirra føroyavitjan á hesum sinni, leita vit víðari eftir svartkjafti.
 
Alt tað besta higani frá okkum umborð á Nærabergi. Nýti myndirnar, ið eru viðheftar.
 
Annars havi eg lagt tilmerkis, at eg havi sett skeiva teldupostadressu á tey fyrru skrivini, so um onkur hevur roynt at sent mær ein post, og hevur fingið hann aftur í høvdið, so er tað vegna tess. Rætta postadressan er jegvan@naraberg.jfk.fo. Eg eri av misgávum komin at skriva “æ” í Næraberg navninum, og hesin stavurin kann jú ikki nýtast í eini teldupostadressu.
 
Tær allarbestu heilsanir frá mær til tykkum øll, nú farið er um longsta dag 2005, so ikki kann sigast, at føroyska summarið er langt. Men njótið nú tær ljósu løturnar ímeðan tær eru. Sum ein góður vinmaður plagar at taka til: Lat okkum liva lívið, ímeðan vit eru á lívi.
 


Vh
Jógvan