Tað gjørdist ein greiður sigur til føroyingar, nú landsdystur var ímóti Íslandi, í høllini í Gundadali tann 28. november.
Hóast kappingin ofta var bæði jøvn og hørð við íslendingar, so megnaðu okkara 16 svimjarar at gerast nr 1 heilar 12 ferðir í 15 kappingum, umframt 7 ferðir nr 2 og 4 ferðir nr 3. Tilsamans gav tað 101 stig til føroyingar ímóti 79 stigum til íslendingar, og hartil settu okkara svimjarar 4 juniormet, 1 føroyskt met og 1 landsliðsmet. Mona Simonsen var virðismiklasta kvinna í kappingini, tá ið hon kláraði 740 FINA stig í 400 frísvimjing, meðan Jakob Jóhann Sveinsson úr Íslandi var virðismiklasti maður, við 884 FINA stigum í 200 metra bringusvimjing.
Plaseringar og stig
Føroyar Ísland
Einstaklingar
Nr 1 9 ferðir (36 stig) 3 ferðir (12 stig)
Nr 2 6 ferðir (18 stig) 6 ferðir (18 stig)
Nr 3 4 ferðir (8 stig) 8 ferðir (16 stig)
Nr 4 5 ferðir (5 stig) 7 ferðir (7 stig)
(67 stig) (53 stig)
Lið
Nr 1 3 ferðir (24 stig) 0 ferðir (0 stig)
Nr 2 1 ferð (6 stig) 2 ferðir (12 stig)
Nr 3 0 ferðir (0 stig) 3 ferðir (12 stig)
Nr 4 2 ferðir (4 stig) 1 ferð (2 stig)
(34 stig) (26 stig)
Tilsamans 101 stig 79 stig
Føroysk juniormet
• 50 rygg kvinnur: Birita Debes 29.62
– metið hjá henni var 29.71, frá úttøkustevnuni í Klaksvík tann 1. november 2009
• 400 frí kvinnur: Cecilia Eysturdal 4:36.21
– metið hjá henni var 4:38.62, frá Føroyameistarastevnuni tann 9. mai 2009
• 50 frí kvinnur: Birita Debes 27.11
– metið hjá Poulu Ø. Mohr var 27.27, frá Oyggjaleikum á Álandi tann 29. juni 2009
• 50 firvald kvinnur: Astrið Foldarskarð 30.50
– metið hjá henni var 50.54, frá úttøkustevnuni í Tórshavn tann 17. apríl 2009
Føroyskt landsliðsmet
• 4×50 blandað menn: 1:44.41 (Magnus Jákupsson, Pál Joensen, Kári J. á Høvdanum og Pauli Ø. Mohr)
– metið var 1:44.77, frá Oyggjaleikum á Álandi tann 29. juni 2009 (Kári J. á Høvdanum, Pál Joensen, Andrass Thomsen, Pauli Ø. Mohr)
Føroyskt met
• 100 bringa menn: Pál Joensen 1:05.44
– metið hjá honum var 1:05.50, frá Oyggjaleikum á Álandi tann 29. juni 2009
Úrslitalisti
Øll úrslit frá landsdystinum kunnu síggjast her á www.livetiming.se
http://www.livetiming.se/program.php?cid=394




