Bára Skaale Klakstein, sum í mong ár hevur verið og framvegis er ein dyggur stuðul hjá felagnum bæði sum leikari og sum venjari, hevur nú átikið sær at hava høvuðsárbyrgdina av gentum 10, 12 og 14.
Heimasíðan hjá Stjørnuni og KÍ, www.ki.fo, skrivar, at t að hevur leingi verið ynski hjá leiðsluni í felagnum at fáa skipað ungdómsarbeiði betur.
Hóast nógvar royndir hava verið gjørdar, so er tað ikki so líka til at finna fólk, sum vilja taka ábyrgd – øll eru so nógv upptikin! Úrslitið er mangan tað, at nevndin stendur einsamøll við allari ábyrgdini. Tá so er, er skjótt at køva hugin hjá teimum sum vilja stýra felagnum.
Bára Skaale Klakstein, sum í mong ár hevur verið og framvegis er ein dyggur stuðul hjá felagnum bæði sum leikari og sum venjari, hevur nú átikið sær at hava høvuðsárbyrgdina av gentum 10, 12 og 14.
Uppgávan hjá Báru er, umframt at hon er venjari hjá gentum 14, m.a. at stuðla og vegleiða teimum, sum venja tey yngru liðini, og annars syrgja fyri, at tann útgerð, sum nýtast skal undir venjing og til dystir er tøk. Her verður hugsað um bóltar, klæðir, venjingarvestar o.a.
Tá dystir skulu leikast um vikuskifti, eru nógv ting sum skulu samskipast og fáast uppá pláss. Stjørnan hevur tvey lið tilmeldaði í hvørjari av teimum trimum yngstu deildunum tvs. seks lið við umleið 60 leikarum.
Eitt gott dømi er seinasta vikuskifti. Tá skuldu gentur 10 til Giljanes at leika, gentur 12 skuldi til Eiðis, meðan eit umfar í steypakappingini hjá gentur 14 var í Klaksvík, har átta lið luttóku. Her er meira at fyriskipa og fáa uppá pláss enn flestu geva sær fær um. Onkur skal fáast at koyra tey sum skulu av plássinum at leika, dómarar og tíðtakarar skulu fáast til dystirnir sum skulu verða á heimavølli.
Alt hetta legði Bára, við góðari hjálp sjálvandi frá m.a. nevndini og foreldrum, til rættis, og gekk alt uppá stás.
Ein stór uppgáva er at fáa foreldur at koyra børnini, sum skulu út at leika. Men er tað væl lagt til rættis, so øll vilja verða við og skiftast um at koyra, so er tað vanliga ikki nakar trupuleiki.
Frá venjarum og foreldrum til tær genturnar, sum vóru her og luttóku í steypakappingini hjá gentum 14 leygardagin, fingu vit viðmerkingar um, hvussu væl kappingin var fyriskipað, og hvussu stórur blíðskapurin var. Har var saft, køkur, smurt breyð og frukt til børnini. Kaffi og okkurt gott var eisini til tey vaksnu. Tað vóru foreldrini hjá stjørnugentunum, sum vóru komin við køkum, smurdum breyði og frukt. Slíkt er við at styrkja samanhaldið.




