Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá Svimjisambandi Føroya: Talentlandslið úttikið

Norðlýsið ÍTROTTUR

Monika Biskopstø, Cecilia Eysturdal og Bjarni M. Petersen umboða Ægir í tí júst úttikna talentlandsliðnum.

Talentlandsliðslega hevur verið í Klaksvík í vikuskiftinum, og í hesum sambandi tóku teir báðir venjararnir, Rúni Gaardbo og Johan Martin Poulsen, út fylgjandi svimjarar, at fara fyri Svimjisamband Føroya til Reykjavik International 2008 í januar:

Frá HS:
Bjørg Seloy,
Dagmar M. Winther og
Magnus Jákupsson

Frá Ægir:
Monika Biskopstø,
Cecilia Eysturdal og
Bjarni M. Petersen

Frá FS:
Hildur á Fløtti og
Poula Ø. Mohr

Frá FLOT:
Astrið Foldarskarð og
Birita Debes

Frá SuSvim:
Katarina S. Lamhauge,
Jón Hofgaard og
Helena Sævarsdóttir

Heimasíðan www.svimjing.com upplýsir, at svimjararnir eru tiknir út eftir ávisum krøvum, um at hava klárað eitt ávíst FINA stigatal í heyst, og at hava verið røsk í venjing.

Víðari siga tey svimjikønu, at tann gløggi lesarin uppdagar kanska, at alt EM landsliðið vantar á listanum, men tað er netupp við vilja: Hetta er eitt tilboð til teir lovandi svimjarar, sum annars ikki hava fingið tilboð seinastu tíðina.