Eitt samt býráð samtykti týskvøldið 26. mai 2009 ta endurskoðaðu fíggjarætlanina fyri árið 2009.
Eitt samt býráð samtykti týskvøldið 26. mai 2009 ta endurskoðaðu fíggjarætlanina fyri árið 2009, sum leingi hevur verið arbeitt við í sambandi við neyðugar skerjingar av útreiðslum kommununnar.
– – –
Tá ið broytingar skulu gerast í fíggjarætlan kommununnar, ásetur Kommunustýrislógin, at hetta skal gerast í tveimum umførum, og var hetta seinna og endaliga samtykt býráðsins í hesum málinum, sum varð á skránni fyri býráðsfundin týskvøldið.
Málið var fyrru ferð samtykt av býráðnum 29. apríl 2009.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri, upplýsir, at tann endurskoðaða fíggjarætlanin hjá kommununi samanlagt er skerd við umleið 11,4 mill. krónum, sum bæði fevnir um skerjing av útreiðslum og øking av inntøkum kommununnar.
– Góðar 3 mill. krónur eru funnar innan íløgur, har meginparturin stavar frá inntøkum av sølum av lendi til vinnuendamál, meðan nakrar hundraðtúsund tiknar frá játtanum til íløguútreiðslur.
– 4,3 mill. krónur eru spardar innan rakstrarútreiðslur kommununnar, og er har talan um nógvar ymiskar skerjingar innan eina mongd av rakstrarøkjum.
Tað triðja høvuðsøkið, har býráðið ynskir at skarva av útreiðslusíðuni, er innan avdráttir av lánum kommununnar. Eftir samskifti við lánveitarar og Fíggjarmálaráðið er ætlanin í 2009 at skerja avdráttirnar av lánunum úr 10 mill. krónum niður í 6 mill. krónur.
– Hetta er ein skerjing á 4 mill. krónur, so samanlagt geva nevndu tiltøk umleið 11,4 mill. krónur í sparingum, upplýsir borgarstjórin.
Á býráðsfundinum týskvøldið setti býráðsminnilutin fram eitt broytingaruppskot um, at játtanin til Grunnin Mentanarhúsið Atlantis verður óbroytt, men hetta uppskotið fall.
Síðan varð atkvøtt um eitt broytingaruppskot frá býráðsmeirilutanum, um at taka undir við uppskotinum frá stýrinum fyri Sjálvsognarstovnin Mylnuhúsið um broyttar sparingar, ið geva somu sparingar, sum býráðið samtykti fyrru ferð tann 29. apríl.
Hetta uppskotið fekk undirtøku frá øllum býráðnum, sum somuleiðis endaliga samtykti ta endurskoðaðu fíggjarætlanina fyri 2009 við teimum samtyktu broytingunum, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri.




