Fíggjarnevnd Kl. Býráðs tekur fult undir við, at ein javningarskipan verður sett í verk millum kommunurnar, og nevndin er avgjørd ímóti blokkstuðli frá landi til kommunur.
Á heimasíðu sínari boðar Klaksvíkar Kommuna frá støðutakanini hjá Fíggjarnevnd Býráðsins til nøkur av høvuðsmálunum í álitinum frá Kommununevndini, sum varð lagt alment fram síðst í farnu viku.
www.klaksvik.fo skrivar, at mikudagin 14. oktober 2009 hevði Fíggjarnevndin eina fyrstu umrøðu av tí júst framlagda álitinum um framtíðar skipan av kommununum.
Vil tryggja sær, at
málsøki verða flutt
Gunvá við Keldu, borgarstjóri, upplýsir fyri heimasíðuni, at ein samd fíggjarnevnd samtykti at taka staðiliga undir við, at ein javningarskipan verður sett í verk.
Víðari boðar kommunan frá, at fíggjarnevndin eisini metir tað at vera neyðugt at tryggja, at uppgávur og málsøki, sum ætlanin er at leggja út til kommunurnar, veruliga verða flutt frá landi til kommunur, áðrenn tær ætlaðu samanleggingarnar av kommununum verða framdar.
Vilja ikki hoyra talan um
blokkstuðul frá landinum
– Ein annar partur av hesum máli, sum fíggjarnevndin mælir staðiliga frá, er blokkstuðulsskipan millum land og kommunur.
– Vit hava sera ringar royndir av teimum skipanum, har landið letur eina játtan til kommunurnar at umsita, tí fleiri dømi eru um, at hesar brádliga verða skerdar ella heilt tiknar burtur, tá ið landið sjálvt hevur fíggjarligar trupulleikar, sigur borgarstjórin.
Skattabýtið millum land og kommunur
kann broytast uttan sosialar avleiðingar
– Tí er tað einasta rætta í hesum máli, at landsskatturin verður lækkaður og kommunuskatturin hækkaður samsvarandi kostnaðinum av teimum málsøkjum, sum flutt verða frá landi til kommunur, og her hevur kommunuálitið eisini eitt sera skilagott uppskot um, hvussu hetta kann lata seg gera, uttan at hetta gongur útyvir tann progressiva skattastigan.
Sum Norðlýsið skilur, er nevndin, sum skrivaði kommunuálitið, komin við einari loysn á hesum skattaproblematikkinum, sum ger tað møguligt hjá kommununum at yvirtaka bæði fólkaskúlan og eldraøkið og at fíggja hesi málsøki við at hækka kommunuskattin, samstundis sum landið lækkar sín skatt samsvarandi, uttan at hetta tekur burtur progressiva skattastigan, sum í dag liggur í landsskattinum.
Hetta ger, at tað ikki longur er neyðugt við blokkstuðli millum land og kommunur fyri at varðveita verandi skattabýti millum lágar og høgar inntøkur, og harvið er ikki longur neyðugt við blokkstuðli frá landi til kommunur fyri at varðveita verandi sosialu javnvágina í landsskattastiganum.
Ein sera áhugaverd upplýsing frá Kommununevndini, sum letur upp nýggjar møguleikar fyri, at kommunurnar framhaldandi kunnu fíggja síni málsøki við sjálvstøðugari skattaútskriving heldur enn at verða bundnar av einari svikaligari blokkjáttan frá landinum á hvørjum ári.
Verandi útoyggjar mugu
ikki missa síni rættindi
Gunvá við Keldu sigur, at hetta nýggja kommunuálitið fevnir um fleiri aðrar partar, sum enn ikki eru viðgjørdir, men sum fara at verða umrøddir í komandi tíð, bæði í kommununum, í kommunufeløgunum og yvir fyri landsstýri og løgtingi.
– Eitt av hesum málum er rættindini hjá verandi útoyggjum, har Fíggjarnevndin metir, at tað er umráðandi, at verandi útoyggjar ikki missa síni rættindi.




