Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá www.klaksvik.fo: Nýggja stýrið fyri Atlantis farið til verka

John William Joensen

Í farnu viku var fundur millum nýggja stýrið fyri Grunnin Mentanarhúsið Atlantis og kommununa, har arbeiði og fortreytir hjá stýrinum vórðu umrødd, nú tey fara til verka.

Sambært viðtøkunum fyri Grunnin Mentanarhúsið Atlantis er tað borgarstjórin, sum í byrjanini av hvørjum býráðsvalskeiði velur stýrið, sum er ovasta leiðslan fyri Atlantis.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, hevur fyri stuttum gjørt av at velja Niclas Hera Jákupsson sum nýggjan formann í stýrinum, og Beintu Árnadóttir Gregersen sum nýggjan stýrislim, og í samráð millum nýggju stýrislimirnar og borgarstjóran varð gjørt av, at triði limurin í stýrinum fyri Atlantis er Hennibeth Kalsø.

Í farnu viku var nýggja stýrið, saman við dagliga leiðaranum, Høgna Klakkstein, á einum byrjandi fundi saman við Jógvani Skorheim, mentanarnevndarformanni, og umboðum fyri býráðsumsitingina, har fortreytirnar fyri arbeiði stýrisins vórðu umrøddar og lýstar.