Á býráðsfundinum týskvøldið samtykti býráðið at seta í gildi systkinaavsláttur fyri foreldragjøldini á barnaansingarøkinum, galdandi frá 1. januar 2009.
Eftir tilmæli frá Sosialu Nevnd og Fíggjarnevndini samtykti býráðið týskvøldið 26. mai 2009 at seta í gildi ein systkinaavsláttur upp á 15%, galdandi frá 1. januar 2009.
Systkinaavslátturin var upprunaliga samtyktur av undanfarna býráð sum partur av fíggjarætlanini fyri 2009, men var neyðugt við einari útgreining av málinum, áðrenn tað kundi setast í verk, og tað er hetta, sum núsitandi býráð hevur samtykt.
Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen, forkvinna í Sosialu Nevnd býráðsins, upplýsir, at býráðið samtykti hetta málið einmælt.
– Eg fegnist um, at málið nú verður ført út í lívið, havandi í huga, at systkinaavslátturin var eitt av fyrstu málunum, sum núsitandi býráðssamgonga vildi føra út í lívið.
20% systkinaavsláttur komandi ár
Eisini samtykti býráðið, at avslátturin komandi ár hækkar upp í 20%.
Forkvinnan í Sosialu Nevnd upplýsir, at býráðið hevur samtykt, at umsitingin av skipanini verður útgreinað nærri, herundir hvussu avslátturin verður avgreiddur og útgoldin.
– Vónandi kann henda skipan gera sítt til at lætta um hjá familjum, sum hava fleiri enn eitt barn í barnaansing í Klaksvíkar Kommunu.




