Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá www.klaksvik.fo: Útflutningsráðgevi frá danska uttanríkisráðnum á vitjan í Klaksvík

John William Joensen

Í samstarvi við útflutningsfyritøkur í kommununi var Steen Thorsted, útflutningsráðgevi í danska uttanríkisráðnum, á vitjan í Norðoyggjum í vikuni, og mikukvøldið var hann á vitjan í býráðshúsinum.

– – –

Tá ið útflutningsfyritøkur ynskja at fara inn á útlendskar marknaðir, har hesar fyritøkur ikki hava verið áður, ræður um at fáa góð sambond í viðkomandi londum, sum kunnu hjálpa einum at fáa fótin fastan.

Hetta er sjálvandi ein grundleggjandi partur av møguleikunum hjá føroyskum útflutningsfyritøkum at fáa so góðar prísir, sum tilber, fyri tær vørur, sum tær hava at bjóða, og at laga vøruna til nýggju marknaðirnar.

Tað er millum annað í samstarvi við Steen Thorsted, útflutningsráðgeva í danska uttanríkisráðnum, at fyritøkur í her í lokaløkinum hava vunnið sær atgongd til útlendskar marknaðir, og vitjanin í vikuni er ein liður í hesum marknaðarføringsarbeiði.

Vitjan Steen Thorsteds er komin í lag í samstarvi við konsulentfyritøkuna Mercant.

Ígjøgnum mong áratíggju hevur menningin av Klaksvíkar Kommunu og økinum yvirhøvur bygt á tað lokala vinnulívið. Tí hevur tað týdning fyri kommununa, at marknaðarføringin uttanlands eydnast væl, til frama fyri lokalu fyritøkurnar og arbeiðsplássini har.

Eitt gott samstarv við lokala vinnulívið er tí ein nátúrligur partur av uppgávum býráðsins og borgarstjórans, sum á hesum fundinum í býráðshøllini mikukvøldið umboðaði kommununa saman við Jógvan Skorheim, varaborgarstjóra, og umboðum fyri Klaksvíkar Havn og býráðsumsitingina.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, og Dávur Winther, mentanarleiðari, kunnaðu um kommununa og lokaløkið annars, og Steen Thorsted greiddi frá sínum arbeiði sum útflutningsráðgevi og sambandi sínum við Føroyar.

Borgarstjórin greiddi m.a. frá, at ein av fremstu málsetningunum hjá núsitandi býráð og Havna- og Vinnunevndini er at seta gongd á menningina av Klaksvíkar Havn og tí vinnuvirksemi, sum liggur í og kring havnina.

Sum kunnugt hevur býráðið tær seinastu býráðsseturnar gjørt stórar íløgur í at útbyggja og nútímansgera Klaksvíkar Havn tekniskt.

Størsta einstaka íløgan á hesum øki er Norðhavnin, sum nú fevnir um 317 metrar av atløgubryggju við 12 metra dýpi og einum 40.000 fermetrar stórum vinnuøki. Av veður- og sjókønum fólki verður Norðhavnin mett at vera tann veðurbesta í landinum, og hon hevur somuleiðis góðar møguleikar fyri víðkan.

Ein annar, sera týðandi, táttur í vinnuliga virkseminum í kommununi er alivinnan, sum seinastu árini hevur ment seg nógv og í dag eigur ein alsamt størri lut í útflutningsvirði Føroya.

– Sum kommuna eru vit ógvuliga fegin um at hava hesar fyritøkur her í økinum, tí okkara framtíðar møguleikar og –menning í ógvuliga stóran mun byggir á virksemið og framburðin hjá hesum og øðrum vinnufyritøkum, segði Gunvá við Keldu, borgarstjóri, sum takkaði fyri vitjanina og vónaði, at samstarvið við danska uttanríkisráðið kann verða við til at styrkja og økja møguleikarnar fyri marknaðarføring og sølu av føroyskum vørum í útlandinum.