Nýggja landsstýriskvinnan í vinnumálum hevur júst vitjað Íverksetarahúsið, har hon m.a. frøddist um livandi íverksetaramentanina í Klaksvík.
Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna kom við fylgi á vitjan í Íverksetarahúsinum, har umboð fyri Íverksetarahúsið, vinnulívsráðið í Klaksvík, Eik og Klaksvíkar kommunu tóku ímóti.
Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum, sigur, at talan var um ein stak góðan fund í einari góðari atmosferu, har greitt varð frá menningini av Íverksetarahúsinum.
Nevndarforkvinnan, Kitty Mai Ellefsen, bjóðaði vælkomin og greiddi frá hennara virki í samband við Íverksetarahúsið og gav síðani orðið til Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu.
Steinbjørn greiddi m.a. frá, at kommunan sá stórar møguleikar við Íverksetarahúsinum, og tí varð húsið raðfest á fíggjarætlanini.
Bjørt Samuelsen kvitteraði við at vísa á perspektivið, hon sá við Íverksetarahúsinum og segði, at tað skuldi ikki skorta uppá samstarvsvilja framyvir.
Niðanfyri endurgeva vit, hvat varð skrivað á heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum um vitjanina í Klaksvík:
– Bjørt hevur eisini vitjað Íverksetarahúsið í Klaksvík, har hon hitti nevndina, stjóran og umboð fyri Klaksvíkar kommunu, Eik og vinnulívsáhugað.
Bjørt er hugtikin av, hvussu langt Íverksetarahúsið er komið at gera ein veruligan íverksetaradepil, og hvussu víðfevnt teirra samstarv er bæði innan- sum uttanlands og ikki minst við vinnuna -.
At enda varð Hotel Klaksvík karmur um ein hugnaligan og góðan døgurðabita, har landsstýriskvinnan, vínnulívsráðið, stjórin í Íverksetarahúsinum og borgarstjórin tosaðu víðari.
(kelda: www.klaksvik.fo)




