Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá www.klaksvik.fo: Virkishúsið útvarpar

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Tað seinasta tiltakið hjá teimum í “Húsinum” er framleiðsla av útvarpssendingum og innsløgum, sum kunnu hoyrast á heimasíðuni: husid.fo

Á heimasíðuni hjá Húsinum skriva tey, at nú ber endiliga til at hoyra útvarp frá Húsinum.

Nøkur ung fóru fyri jól í holt við at gera útvarpssendingar og innsløg. Men tað er ikki altíð at tað gongur heilt eftir vild. Men eftir fleiri tekniskar trupuleikar, er nú fyrsta innslagi lagt út á heimasíðuna.

Fleiri eru í gerð, og vóna vit at kunna hava sendingar aðru hvørja viku. Tilfari í sendingunum verður ymiskt spennandi úr Húsinum, men eisini fara reportaririnir at leita eftir spennandi tiltøkum aðrastaðni í Klaksvík.

So tað er at fara undir breddan Húsið Útvarp, og spíla oyruni út.

http://husid.fo

http://www.husid.fo/index.php?id=94