Økið uttan um Badmintonhøllina hevur nú staðið óliðugt í rúma tíð, men hetta verður nú broytt, tí hóskvøldið samtykti býráðið, at asfalterast, skipast og hampast.
Eingin ivi er um, at tað í ávísan mun hevur darvað atkomuni og parkeringsmøguleikunum vi Badmintonhøllina, at økið kring hana hevur staðið óliðugt hesa fyrstu tíðina.
www.klaksvik.fo skrivar frá síðsta býráðsfundi áðrenn summarsteðin, at umsitingin mælir til, at økið kring Badmintonhøllina verður asfalterað, skipað og hampað fyri í mesta lagið Kr. 300.000,-
Hesum tók Fíggjarnevndin undir við og hækkaði tilmælið frá umsitingini upp í kr. 350.000,- og Mentanarnevndin tók undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
Býráðið samtykti tilmælið frá nevndunum.




