Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi úr býráðnum: Grønhólmur skal nú eita Grønhøvdi

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Á heimasíðuni hjá býráðnum verður upplýst, at býráðið á fundinum týskvøldið viðgjørdi uppskot frá Gøtunavnanevndini til fimm nýggj veganøvn í kommununi.

Á skránni fyri býráðsfundin týskvøldið var millum annað eitt tilmæli frá Gøtunavnavnanevndini og Teknisku Nevnd um nøkur nýggj veganøvn.

Millum uppskotini til nýggju gøtunøvn vóru eitt nú hesi:

Vegurin til nýggju íbúðarbyggingina í Ánunum:
Nevndin mælir til, at vegurin fær navnið Edmundstrøð, tí Edmund var maðurin, sum legði trøðna inn og bygdi á hana. Samstundis verður staðfest, at Ánabygd er vaksin suðureftir og strekkir seg nú heim til omankoyringina til Norðhavnina

Oman Reyðhús – framhaldstrekki:
Nevndin mælir til, at strekkið frá ”Brekkuni” og norðuryvir verður nevnt Grótvegur, tí hann gongur út ”í Grótið”

Møguligt navn til nýggja síðuvegin úr Ringvegnum undir Fossum:
Nevndin mælir til, at veganavnið ”Niðan Horn” heldur fram oman í rundkoyringina (førir við sær, at verandi nummerering av húsunum má broytast)

Buchwald í Ánunum
Ein hólmur liggur leysur úr landi, og tí er navnið ”Grønhólmur” misvísandi. Nevndin mælir ístaðin til, at navnið verður ”Grønhøvdi

Tekniska Nevnd tekur undir við tilmæli frá Gøtnavnanevndini, so um býráðið eisini samtykkir, verða hesi nøvnini sett í gildi.