Á seinasta fundi áðrenn summarsteðgin samtykti býráðið eitt tilmæli frá fleiri nevndum um at loyva nýtslu av miðbýnum til húsvognar, meðan Summarfestivalurin og Sjómannadagarnir verða í august mánað í ár.
Heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommunu upplýsir frá seinasta býráðsfundi, sum var hóskvøldið 19. juni 2008, at eitt av málunum var um útvegan av húsvognaøki í miðbýnum.
Í samband við Summarfestivalin og Sjómanndagin hava Norðoya Kunningarstova og Norðoya Bjargingarfelag heitt á Teknisku Umsiting um ávísing av øki til húsvognar.
Tekniska Umsiting mælir í hesum sambandi til, at miðstaðarøki verður gjørt búgvið til húsvognar, og at loyvi verður givið til at seta húsvognar á økið í tíðarskeiðnum vika 32, 33 og 34.
Byggi- og Býarskipanarnevndin tekur á fundi tann 9. juni undir við tilmæli frá Teknisku Umsiting, dagf. 6. juni 2008, og mælir annars til at finna varandi øki til húsvognaøki.
Tekniska Nevnd tekur á fundi tann 10. juni undir við tilmæli frá Teknisku Umsiting, dagf. 6. juni 2008, og Havnanevndin tekur á fundi tann 10. juni undir við Teknisku Nevnd 10. juni 2008.
www.klaksvik.fo skrivar, at býráðið samtykti tilmælið.




