Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi úr býráðnum: Virkishúsið fer at umsita ”Ung í Arbeiði” í summar

John William Joensen

Á býráðsfundinum tann 29. apríl samtykti býráðið at seta í verk ”Ung í Arbeiði” í summar eftir uppskoti frá leiðaranum fyri Virkishúsið, sum fer at umsita skipanina.

Á seinasta býráðsfundi viðgjørdi Kl. Býráð m.a. eitt uppskot frá Virkishúsinum fyri Ung um at seta í verk ”Ung í Arbeiði” í summar.

Í framløguni av málinum á býráðsskránni verður sagt, at fólk, frá tíð til aðra, hava gjørt kommununa varuga við, at tørvur er á einari skipan, sum tryggjar skúlaungdóminum í kommununi eitt ávíst tal av arbeiðsdøgum í summarfrítíðini.

Leiðarin í  Virkishúsinum er komin við áhugaverdum uppskoti um, hvussu vit kunnu skipa eina verkætlan við “Ung í arbeiði” í summar. Uppskotið leggur upp til, at Virkishúsið hevur ábyrgd av verkætlanini, og verður miðstøð fyri Ung í Arbeiðið.

Sosiala Deild mælir til at fara undir verkætlanina og leggur uppskot fram um, hvussu verkætlanin kann fíggjast.

Áðrenn býráðsfundin varð málið lagt fyri Sosialu Nevnd, Teknisku Nevnd og Fíggjarnevndina, sum allar tóku undir við málinum, og á býráðsfundinum ann 29. apríl varð málið samtykt.

Sostatt sær nú út til, at tað verður møguligt hjá ungdómum í Klaksvíkar Kommunu, at fáa arbeiði í eitt ávíst tíðarskeið í summarfrítíðini.