Lýsing
Lýsing
Lýsing

Don Quixote aftur á hestbak

SKRIVAÐ: Jákup Petersen  |  18.10.2019 - 09:50 Eldri tíðindi Tíðindi

ÚR GREINASAVNINUM: Seinastu árini hava fleiri ferðir verði røddir frammi við ráðum um hvat ein skal eta, og ikki minst hvat ein ikki skal eta. Í hesum sambandi havi eg fest meg við nøkur frámæli tá tað kemur til at eta grind og spik. Spurningurin er so um viðkomandi hava rætta førleikan.

SKRIVAÐ TANN 27. november 2008:

Hvør kann ráðgeva fólki um kost?

At ráðgeva fólki hvat tey skulu eta og ikki eta er ein ógvuliga trupul spurningur. Í øðrum londum hava tey stovnar at taka sær av hesum. Í Noregi hava tey millum annað Statens institutt for folkhelse, Statens institutt for forbruksforskning, Statens råd for ernæring og fysisk aktivitet o.s.fr. Í Svøríki er t.d. Livsmedelsverket, Folkhelsoinstitutet, Konsumentverket, Sosialstyrelsen o.s.fr. Og í Danmark hava vit Sundhedssyrelsen, Fødevaredirektoratet o.a.

Tað at ráðgeva fólki hvat tey skulu eta er sostatt ein so miki trupul uppgáva, at hon verður løgd út á ymiskar herðar soleiðis at fleiri sergreini eru umboðaðar fyri at tryggja rætta førleikan.

Her í Føroyum tykist tað sum um tað er latið upp í hendurnar á einstøkum granskarum, at ráðgeva á hesum økinum.

Tað er tann samlaða inntøkan av mati sum má metast. Lat meg her taka eitt einfalt dømi: Um tú noktar einum at eta grind og spik og so ístaðin stendur frammanfyri einum pylsuvogni og etur teg feitan av pylsum, høsnarungum og chipsi, situr frammanfyri einari teldu ístaðin fyri at verða í grind, ella fer á barr at fáa tær eitt sindur uppí nevið. Hvussu meta vit hetta?


Tá granskarar fara til tað ítøkiliga


Tað hevur altíð verið vandamikið at lata granskarar ótarnaðar koma við ítøkiligum niðurstøðum av tí teir hava funnið. Dømini um vanlukkur í hesum sambandi eru óteljandi, men eg skal bert navna eitt innan læknafakið í okkara kongaríki:

Kendur lækni í Danmark uppfinnur eitt sement til brúk undir útskiftan av mjadnaliðum. Av tí at hann er so mikið kendur, eisini sum granskari, verður sæð ígjøgnum fingrar við, at hann ikki hevur gjørt allar tær kanningar sum vanliga skulu til í hesum sambandi. Tá sementið kemur til Svøríkis verður tað kannað á vanligan hátt og funnið óegnað til menniskju. Hetta verður danska Heilsustýri kunnað um, men letur ikki um vón.

Teir líta á granskaran, sum nú sjálvur er farin í gongd við at brúka sementið. Skjótt eru fleiri honum á baki, og nøkur ár seinri hava vit eina tað stórstu viðgerðarvanlukku í nútíðar donskum heilsuhøpi. Sementið helt ikki og fleiri túsund fólk noyddist at ganga við pínu og síðani skurðviðgerðast umaftur.



Vandamikil og góð evni í mati


Lat meg koma aftur til kyksilvurið. Tá tú etur gind og spik etur tú bæði góð og vánalig evni, og her er trupult at gerða eina samlaða meting. Tey vánaligu evnini eru t.d. kyksilvur, PCB, DDT, HCH, dieldrin o.s.fr. Her er nógv at velja í. Vit vita um fleiri túsund vandamikil evni í okkara umhvørvi. Hvussu kunnu vit halda skil á øllum evnunum meðan vit kanna tað eina? Tað er ikki lætt.

Harafturat kemur sum nevnt tey góðu evnini sum eru í grind og spiki. Her eru t.d. ómettaðar feittsýrur sum hava eitt gott árin á okkara hjarta og æðrar. Mótvirka forkálking og minka um bóðtøpp í hjartanum. Selenium er eisini vanligt og verjir heilan (eisini barnaheilan) móti ávirkan av fleiri skaðiligum evnum so sum arsenik, cadmium, kyksilvur og blýggj. Harafturat er tað helst so, at selenium eisini verjir móti krabbameini og hjartasjúkum. At enda finnur tú í grind og spiki eisini jarn, zink, D og E vitamin og fleiri B vitamin.



Kanada loysir trupuleikan við grind og spik


Tá hesi ymisku ávaringarnar móti at eta hval byrjaðu at koma fram fyri nøkrum árum síðani varð eisini Kanadiska stjórnin skjót til at seta forboð móti at eta hval og kóp. Hetta kom illa við hjá teimum nógvu inuitum í økinum. Teir góvust so við at taka hval og kóp, men kundu bert halda sær eina stutta tíð og byrjaðu so aftur at eta hval og kóp eins og áður.

Tað gav Kanadisku stjórnini ein óvæntaðan møguleika at samanberða Inuitar og onnur sum ótu hval og kóp regluliga við tey sum ikki ótu havsúgdjór. Og teir hava ikki funnið nakran mun tá tað kemur til menning, nevvalag, livur, nýru, mótstøðuevni og hjarta- æðrsskipanina. Ella við øðrum orðum - onki árin á børn og vaksin í einum øki har tann vanligasti kosturin er hvalur og kópur. Lat meg her nevna, at kyksilvurið í inuitunum er umleið 4 ferðir so nógv sum í Føroyingum.

Tey sum hava hug at kanna hetta eitt sindur nærri kunnu á alnótini finna fram ”Canadian Arctic Contaminants Assessment Report” sum er skrivað av meira enn 80 serkønum innan ymisk øki so sum læknavísund, biologi, umhvørviskønum o.ø.

Í stuttum kann eg endurgeva at raportin nevnir týdningin av ,at tann samlaði kosturin og ikki bert tann parturin sum vit vita hevur negativ árin, má verða mettur við atliti at vandum og fyrimunum. At knappligar broytingar í kostinum kunnu hava langtrøkkandi árin á tann kroppsliga trivnaðin, sosial og mentunarlig viðri og andaligan integritet og sum ein avleiðin av hesum skjótt versnandi heilsustøðu. Harafturat verður nevnt tað góða árin aktiviteturin í samband við veiðuna hevur.

Í Føroyskum høpi vil tað millum annað siga at: síga í bjørgum, fara út at taka náta, skjóta svartfugl, drepa grind og alt tað sum tí tilhoyrir, so sum at halda reiðskap viðlíka, halda bátin, gerða til og fáa til høldar gevur ein sovornan kroppsligan og andaligan aktivitet, at tað hevur positivt árin á heilsu, likam og sál. Hetta gevur samstundis ein Føroyskan identitet og verður partur av okkara mentan á ein fyri barnið mennandi hátt. Tað fær mál og mið í nærumhvørvinum saman við foreldrunum og leggur hetta lunnar undir einari tryggari menning av barninum.



Hvar eru fjølmiðlarnir?

Vit fáa sum sagt regluliga at vita frá fjølmiðlum hvussu umráðandi tað er við grind/spik o.s.fr. Men hvussu nógv tíðindafólk í Føroyum hava lisið altjóða rapportir um kyksilvur í Føroyum og aðrastaðni. Og, hondina á hjarta, hvussu nógv hava skilt hvørji kanningarúrslit hava ligið til grund fyri niðurstøðunum? Og hvussu nógv hava óheft mett um tað verunliga er grundarlag fyri teimum ógvusligu ávaringunum?

Eg veit, at tað ikki er lætt at skilja og meta um hesi viðurskifti. Men eg haldi at tað liggur ein ávís ábyrgd hjá flølmiðlunum í Føroyum, at kanna eitt sovorið álvarsmál óheft, eftir at í fleiri ár einsíðugt at hava endurgivið einstakar granskarar í nevndu rapport. Hetta er jú eitt mál, sum kann kollrenna ein part av okkara mentan, tryggd og menning. Vit kunnu ikki bert endurgeva persónar, sum eru búskaparliga heftir og fakligur partur av aðrari síðuni. Tað hevur givið stóran baksláttur fyrr og helst kann tað henda aftur.

Og kunnu fjølmiðlarnir geva eina frágreiðing um hvussu tað ber til at mætastu kyksilvurgranskarnir í heiminum ikki hava funnið nakað árin á børn og vaksin á Sheychellunum. Hetta hóast tey har hava munandi meira kyksilvur í sær enn í Føroyum.




Eitt fólk við stórum andaligum evnum.

Føroyska fólkið hevur megnað mangan andróðurin. Í fleiri førum hevur fólkið reist seg eftir bæði kúgan og vanlukkum. Seinastu nógvu árini hevur fólkið her megnað eina búskaparliga og mentanarliga menning sum heimurin neyvan hevur sæð fyrr.

Tað fólk sum hevur megnað hetta undurverk hevur mammur sum hava etið upp til fleiri ferðir so nógva grind og spik sum mammur hava etið seinastu 10 - 20 árini. Samstundis sum nøgdin av kyksilvuri í hvali ikki er økt munandi. Sigur hetta okkum nakað? Sigur tað nakað um tryggd, nærumhvørvi, góðan kost, meiningsfullan aktivitet og aðrar fyri barnið mennandi fortreytir?


Nógvir spurningar.

Vit hava í Føroyum seinastu árini fleiri ferðir hoyrt álvarsligar ávaringar móti at eta grind og spik. Er grundarlag fyri hesum ávaringum? Hava tey sum geva ávaringarnar førleika á økinum? Hava fjølmiðlar óheft sett seg inn í sakina? Hvørji árin fara ávaringarnar at hava á okkara samfelag? Hvussu klára fólk seg aðrastaðni, sum eru í líknandi støðu sum Føroyar.

Spurningarnir eru nógvir, men sætt at siga eru svarini ikki nógv enn. Nógv bendir eisini á, at vit ikki hava kannað hesi viðurskifti óheft. At vit eru í ferð við at gerða okkum eina bjarnatænastu og at grannar okkara í líknandi støðu hava loyst henda spurning við rætta førleika og við at brúka vit og skil.

Tá tað kemur til at banna so er tað helst ongin yvi um, at tað fyrsta sum skal bannast er alkohol, tubbak, pylsuvognar, teldur, bilar o.s.fr. Hetta um hugsað verður um fólkaheilsuna.

Tórshavn 27. nov. 2008

Vinarliga – Jákup Petersen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…