Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskimálaráðið krevur at avhoyringar verða loyniligar

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  07.12.2017 - 11:00 Politikkur Vinna

Kanningarstjórin, sum løgtingið setti at kanna embætisførsluna hjá Løgmanni og Landstýrismanninum í fiskivinnumálum, sigur við Norðlýsið at Fiskimálaráðið hevur kravt at partar av avhoyringunum verða duldar fyri almenninginum.

Í vikuni frættist at Kristina Samuelsen advokatur, sum Løgtingið setti at kannað embætisførsluna hjá Løgmanni, Aksel V. Jóhannesen og Landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, í samband við at fiskimálaráðið gav loyvi til at flyta veiðuloyvi ólógliga frá línuskipið til uppisjóvarskip, longu er farin til arbeiðis og var byrjað at avhoyra embætisfólk aftan stongdar dyr.

Norðlýsið skrivaði til kanningarstjóran og spurdi um hvør hevði gjørt av at kanningarnar hjá Løgtinginum, skuldi verða loyniligar og kanningarstjórin svarar at fiskimálaráðið hevði kravt at almenningurin ikki fekk atgongd til part av avhoyringunum. Men at kanningarstjórin nú hevur kravt eina nærri grundgeving fyri hví avhoyringarnar ikki skulu fram fyri almenningin.

- Av tí at avhoyringarnar eru grundaðar á skjøl, ið eru frámerkt sum trúnaðarskjøl, havi eg vent fyrispurning til aðalstjóran í Fiskimálaráðnum, um nevndu skjøl geva orsøk til fyrivarni frá Fiskimálaráðnum, at uttanfyrstandandi sleppa at fylgja avhoyringunum. Eg havi í hesum sambandi fingið upplýst, at innihaldið í hesum skjølum ikki skal koma øðrum til kunnleika.  

- Eg havi biðið um eina nærri grundgeving fyri, hví innihaldið í hesum skjølum skal haldast í trúnaði. Eg leggji dent á, at fáa greiðu á hesum skjótast gjørligt. Tað hevur annars ikki verið upp á tal at taka atlit til privat viðurskifti. Tað kenni eg einki til, skrivar Kristina Samuelsen, kanningarstjóri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Flutningsvinnan gongur framá
- MEST er í oljuvinnuni, vit eiga at bor…
Eru Føroyar nóg væl tryggjaðar í kreppus…
- Høllin hjá KJ í Klaksvík er nógv umbið…
Arbeiðsloysisstuðulin hækkaði 11. mai
- KG verður ein kollvelting í Klaksvík
Møguliga Kalsoyar­tunnil beint eftir Suðu…
- Nema veitur KT-trygd, telefoni og skip…
- Okkara DNA er at verða nærverandi
- Grava út fyri fundamentum undir Hamri
KÍ trygt víðari í hálvfinaluni um løgman…
30 tons á 145 stampum
Nógv fólk á Skúlatrøð í kvøld
Please Visit Responsibly – nýtt átak hjá…
EB styrkir SMS-hópin og venjaratoymið vi…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Eyðdis Hartmann Niclasen á ársfundi hjá…
Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%
Takk fyri tín stuðul til Bíbliu­felagið.
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…