Lýsing
Lýsing
Lýsing

Roger Hodgson kemur aftur til Klaksvíkar

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  08.12.2017 - 14:11 Mentan Tíðindaskriv

Legendan úr Supertramp kemur við bólki at spæla øll síni risahitt á Vágsbø

Nógv munnu minnast tiltiknu løtuna á Summar Festivalinum í 2006, tá ið Roger Hodgson hevði konsert tíðliga sunnumorgun, eftir at hann var meiri enn 30 tímar seinkaður til landið orsaka av vánaligum floglíkindum. Fyri mong er tað størsta løtan, sum hevur verið á Summar Festivalinum. Tann framúr sterki sangarin framførdi stóru hittini, hann skrivaði og sang í bólkinum Supertramp, og løtan í lýsingini kendist gandakend.

Nú kemur Roger Hogdson aftur á Summar Festivalin, og hesaferð hevur hann bólkin hjá sær við og fer at spæla heimshittini hjá Supertramp, sum hann sjálvur skrivaði og sang á sinni.

Sangir sum ”Give a Little Bit”, ”The Logical Song”, ”Dreamer”, ”Breakfast in America”, ”It’s Raining Again” og ”Take the Long Way Home” gjørdu, at Supertramp seldi væl yvir 60 milliónir plátur.

Roger Hodgson hevur eina ta mest eyðkendu røddina í alheims poppi, og nú hann fer á heimskonsertferð, hevur hann sett Føroyar á listan. Og sjálvandi framførir hann á Vágsbøi, har hann fyri fyrstu ferð í lívinum spældi konsert klokkan fýra um morgunin.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 9. til 11. august. Roger Hodgson er fyrsti útlendski bólkurin, sum verður kunngjørdur. Fleiri koma seinni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap