Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mark D. Dahl og forkvinnan í Team Klaksvík, Helena Kallsberg.

Mark D. Dahl heldur fram í Team Klaksvík

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  13.12.2017 - 18:38 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Felag og høvuðspersónurin eru so mikið væl nøgd við samstarvið fyrsta hálva árið, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður.

Felag og høvuðspersónurin eru so mikið væl nøgd við samstarvið fyrsta hálva árið, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður.

Mark D. Dahl er dani og kom til Team Klaksvík undan hesum kappingarárinum. Hann hevur virkað sum ungdómsvenjari umframt sum málverji á besta liðnum. Nú er nýggjur 1-ára sáttmáli gjørdur og tað fegnast ungdómsvenjarin um.

- Orsøkin til at eg haldi fram skyldast fyrst og fremst fólkunum í og kring felagið. Eg síggi stórt potentiali í at menna hondbóltin í Klaksvík og haldi, at eg kann hjálpa felagnum í hesum. Vit hava gjørt framstig á fleiri økjum. Síðani má eg siga, at tað persónliga hevur gingið betri á besta liðnum enn eg hevði væntað, tí ætlanin var, at eg bara skuldi vera venjari. Í framtíðini snýr tað seg um at fáa eitt enn meira seriøst venjingarumhvørvið. Málið er at menna leikarar til besta liðið, so at okkara egnu leikarar í størri mun mynda besta liðið, sigur Mark D. Dahl, sum stórtrívist í Klaksvík.

Eisini forkvinnan í Team Klaksvík, Helena Kallsberg fegnast um, at ungdómsvenjarin fyri næsta kappingarár er komin uppá pláss.

- Vit eru sera væl nøgd við tað, sum Mark hevur givið okkum í ár. Hann er væl dámdur millum okkara ungdóm og leggur stóra orku í at læra ungdómin at spæla hondbólt. Vit eru eitt ungt felag, sum leggur stóran dent á ungdómsarbeiði, har vit leggja stóra orku í at halda nógvum leikarum til. Vit hava ongantíð havt fleiri virknar limir enn nú, so tað skuldi verið gott tekin, sigur Helena Kallsberg.

Myndirnar niðanfyri eru av Mark saman við nøkrum av ungdómsliðunum í felagnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap