Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kommunulækni álopin í læknaviðtaluni í Klaksvík

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  03.01.2018 - 17:39 Tíðindi

Magnus Magnussen, kommunulækni í Klaksvík, var beint undan jólum álopin á síni egnu viðtalu í Læknamiðstøðini í miðbýnum í Klaksvík. Magnus greiður frá, at støðan var so álvarsom, at hann kendi seg hóttan við lívinum. Ógvusliga hendingin ávirkaði øll jólini, og hann kennir seg framhaldandi skelkaðan av tilburðinum.

Hendingin fór fram seinasta arbeiðsdagin undan jólum, tann 22. desember.

-  Øll starvsfólkini á læknamiðsstøðini vóru farin heim og eg var einsamallur eftir. Seinasti sjúklingurin varð avgreiddur og børnini saman við abbabørnum vóru á vitjan og eg hevði víst teimum runt á læknamiðstøðini, og var júst farin eina seinastu rundu fyri at sløkkja og stongja.

- Eingin sjúklingur var í bíðirúminum, men tá eg komi inn á viðtalu mína stendur ein vælvaksin maður har og bíðar eftir mær. Eg kenni mannin sera væl, og hann var ávirkaður. Vit høvdu tosað saman í telefonini fyrr um dagin, har hann hevði biðið um at fáa ávíst slag av heilivági. Eg hevði noktað honum hetta, tí vit útskriva ikki heilivág til ávirkað fólk.

- Nú kravdi hann at fáa heilivágin og var sera harðmæltur.

- Eg havi drúgvar royndir sum kommunulækni, og havi eisini royndir við at fólk gerast harðmælt og smekka við hurðunum, tá tey ikki fáa sín vilja, serliga tá rúsur er uppi í.

- Eg segði við hann, at um hann ikki fór út, so ringdi eg eftir politinum, men tað, sum síðan hendi, var eg als ikki fyrireikaður uppá. Tað stendur í minninum, sum veruleikafjart og tokukent.

- Hann leyp á meg og rópti,  at eg skuldi gera, sum hann dikteraði og forðaði mær fysiskt frá at sleppa út úr viðtaluni ella til telefonina.

- Eg visti at eingin var í bygninginum, men fór at rópa við tí vón at børnini ikki vóru liðug at lata abbabørnini í jakkar, og at tey hoyrdu meg.

- Og tíbetur hoyrdu tey róp míni, og meðan eg stríðist við at sleppa út úr viðtaluni, ringir dóttur mín til politiið.

- Tá eg var komin út í gongina er aftur handfast. Nú tekur hann kvørkratak um hálsin á mær og trýstur meg upp eftir vegginum.

- Eg hómi, at hann við aðrari hondini heldur um hálsin á mær, meðan hann trýstur meg upp móti vegginum samstundundis sum hann leitar eftir onkrum í jakka sínum við hinari hondini.

- Júst tá koma tveir politistar brestandi inn gjøgnum dyrnar, og síðani bleiv ein ógvusligur bardagi í bíðirúminum og úti í gongini.

- Maðurin er sum sagt ein gamal kenningur, ið kropsliga er væl fyri, men til endans fingu politistarnir boygt mannin niður í elevatorinum og lagt hann í hondjørn.

 

Fara at viðgera málið

Magnus sigur, at hann er framvegis sera skelkaður av hendingini, og hetta hevur ávirkað alla familjuna um jólini.

- Eg havi ongantíð áður verið so illa fyri í starvið mínum, men eg eri sannførdur um, at vit mugu fyrireika okkum uppá, at vit fara at uppliva meira av slíkum í framtíðini.

- Vit hava ikki enn havt møguleika at gera eina eftirmeting av tí, sum fór fram, men tað er púra greitt at okkurt má gerast, so vit sum heilsustarvsfólk kunnu kenna okkum trygg, tá vit eru til arbeiðis, sigur Magnus Magnussen at enda.

 

Magnus Magnussen hevur verið í starvi sum kommunulækni í Klaksvík síðan 1995.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum