Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað grør um gangandi fót

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.01.2018 - 10:33 Leiðarin Mentan Myndarøð Tíðindi

Um nakrar dagar fer Klaksvík at lata seg upp í Torradagshami. Torradagur er sum so nógv annað í allar fyrsta stigið sprottin av tí, ið hevur rørt seg kring Føroya Sjómannadag.

Húkurin, kópakonan, egnarin, kópakonan og fiskafólki eru onnur ásýnilig viðurskifti, ið eru sprottin úr tí, at ein bólkur av lokalum kreftum hevur tikið lógvatak saman at kalla heilt spontant og uttan at hava havt egnan vinning fyri eygað.

Í Klaksvík eru nógvir slíkir bólkar, sum lyfta og lita og gera okkara samfelag eitt vet meira áhugavert at liva í.

Fyri umleið hálvum øðrum árið síðani tók ein nýggjur bólkur, við fýra lokalum fyritøkum, undir Føroya Sjómannadegi aftur eitt stig á somu leið.

Hugsanin spratt burtur úr, at tvey skip blivu sleipað út av Klaksvík til upphøggingar aðrastaðni í landinum.

Tá komu hugsanir upp um, hví vit ikki kundu brúka hetta tilfeingið til nakað skilagott í staðin, eitt nú sum eitt klípi í ferðavinnuna. Hugsanin var at søkkja slík skip, leggja tey væl fyri, soleiðis at føroyskar ferðavinnufyritøkur kundu brúka tey til at selja upplivingar tll ferðafólk, ið hava frosking sum ítrótt.

Sum hugsað so gjørt. Umhvørvisstovan bleiv spurd um loyvi og tað sama bleiv gjørt við aðrar myndugleikar her. Úrslitið bleiv at útróðrarbáturin “Reynsmúli” bleiv søktur á høgligum stað á Borðoyarvík.

Eftir ætlanunum, skuldu fleiri slík skip, ið vóru liðug at tæna flótandi, verða søkt á sama stað. Men her setti Umhvørvisstovan tað treyt, at bert eitt skip skuldi søkkast har fyrst, tí tey høvdu ongar royndir við slíkum og tey vildu síggja árini, ið slíkt “vrak” gjørdi á umhvørvið.

Tá so Elsubeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna byrjaði at tosa um Føroya Akvarium, loftaðu vit tankanum og bendu hana inn á okkara hugsunarhátt, sum gekk út uppá. Jú, vit skulu hava eitt akvarium, men ikki eitt vanligt, men eitt, har vit menniskju í staðin fóru út í umhvørvið har fiskurin livir.

Tí liggur ein ætlan frammi í Klaksvík í dag, væl stuðlað av Føroya Løgtingi við 200 túsund krónum til forkanningar, har ætlanin er at kanna um til ber at gera glasgongd eftir botninum á Borðoyarvík, út og runt ætlaðu søktu skipini, soleiðis at gongt verður at fara út til hesar eftirgjørdu “grunnar” har  yðjandi lív hevur funnið bústað, tari, skeljadjór og alskyns fiskasløg. Hvør veit, helst fara vit eisini at kunna servera mat við góðum afturvið á hugnaløtum á havsins botni har úti.

Hugarenslið hevur frítt at fara í løtuni, men ítøkiligt er, at Reynsmúli liggur har og bíðar eftir okkum, vit hava fingið ótrúliga uppbakking frá okkara høga løgtingi, og okkara partur skal ikki liggja eftir.

Jú, tað grør um gangandi fót í Norðoyggjum!

Oliver Joensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap