Lýsing
Lýsing
Lýsing

Størv sum føroysk sendifólk verða ikki altíð lýst leys

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  20.01.2018 - 12:36 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Poul Michelsen, løgtigslimur í uttanríkismálum, greiður í svari til fyrispurning frá Kára P. Højgaard frá, at nøkrum føri eru tað fólk frá føroysku uttanríkistænastuni, sum røkja sendimannastørv á føroysku sendistovunum

Løgtingið,                                                                                                                                            T

Tórshavn, tann 19. januar 2018

Tinghúsvegur 1-3

100 Tórshavn.

 

Svar uppá spurning settur eftir § 52a í tingskipanini frá Kára P. Højgaard, um føroyskar sendimenn.

 

Spurningarnir vóru hesir: 

1.     Kann landsstýrismaðurin upplýsa førleikakrøv til sendiharrarnar, ið verða settir á føroysku sendistovum?

2.     Verða størvini lýst leys, ella er bert talan um flytingar millum starvsfólkini í Uttanríkisráðnum?

3.     Kemur tilmæli frá eini setanarnevnd, ella er tað landsstýrismaðurin, sum einsamallur setir sendiharrarnar?

4.     Eru størvini áramálsett, og hvussu verða tey lønt? 

Til sp. 1)

Tá sendifólk verða tilnevnd, verður metingarstøðið niðanfyri nýtt sum meginregla:

 

·       Somu fakligu førleikakrøv, ið vanliga verða sett fyri at verða fulltrúi í miðfyrisitingini – t.v.s. akademiskt embætisprógv.

·       Leiðsluroyndir, t.d. frá verkætlanum, toymisarbeiði ella líknandi.

·       Trygga tilvitan um leiklutin hjá embætisverkinum, kunnleika um millumtjóða viðurskiftir og diplomati, samansjóðað við góðum politiskum tevi,

·       Ein ávísan starvsaldur sum embætisfólk.

·       Drúgvar royndir við at samskifta við myndugleikar heima sum úti.

·       Álitisvekjandi persónmensku umframt góð samstarvsevnir.

·       Góð samskiftisevni, og góðan málkunnleika í minsta lagi í enskum, eins og í føroyskum og øðrum norðurlendskum málum.

 

Til Sp. 2)

Tá nýggjar sendistovur eru settar á stovn, hava størvini sum sendifólk í fleiri førum verið lýst leys. Talan hevur í teimum førum verið um nýggj størv við tilhoyrandi játtan.

Í øðrum førum eru sendifólk útsend úr uttanríkistænastuni. Í hesum liggur, at starvsfólk í uttanríkistænastuni arbeiða í tíðarskeiðum í heimatænastuni í Føroyum, og í øðrum tíðarskeiðum úti á eini av okkara sendistovum. 

At manna sendistovurnar við yrkisdiplomatum hevur týdning, um Føroyar skulu hava eina professionella uttanríkistænastu. Sama skipan er galdandi í flest øllum londum í okkara parti av heiminum. 

Endamálið við flytingum ímillum heimatænastu og sendistovur er at tryggja, at sendifólk okkara hava dygga og dagførda vitan um uttanríkispolitisku áhugamál Føroya, eins og tey frammanundan hava fingið royndir at arbeiða við uttanríkispolitiskum málum, og í eini diplomatiskum umhvørvi. Harumframt hevur tað týdning fyri uttanríkistænastuna t fáa sendifólk heimaftur at arbeiða við tí vitan og teimum royndum, ið tey hava nomið sær eftir at hava arbeitt eitt áramál á sendistovunum. Skipanin er eisini við at tryggja betri samband og samstarv millum sendistovur og heimatænastu.

Skal eydnast at fáa dugnalig og framsøkin fólk at søkja størv í uttanríkistænastuni, hevur tað týdning, at tær royndir, ið hesi nema sær verða viðurkendar, og at tey vita, at tað er møguleiki fyri, at tey einaferð kunnu verða send út sum sendifólk.

 

Tí er ein avgerð um tilnevnan av sendifólki óloysiliga tengd at spurninginum um, hvussu vit støðugt kunnu menna okkara uttanríkistæanstu.

 

Til sp. 3)

Formliga er tað aðalstjórin, sum tekur avgerð um at senda út og heimkalla sendifólk, eftir tilmæli frá stjóranum fyri uttanríkistænastuna. Avgerðin verður tikin í samráð við landsstýrismannin.

 

Til sp. 4)

Sum meginregla eru sendifólk okkara úti á sendistovunum í fýra ár, men kann hetta verða longt ella stytt við einum ella tveimum árum, um umstøðurnar tala fyri tí.

Av tí at uttanríkismál formliga er danskt málsøki, eru føroysk sendiumboð partur av danska diplomathópinum – sendistovan í Keypmannahavn tó undantikin. Lønarviðurskiftini eru skipað í tveir partar. Føst løn, ið verður skattað eftir vanligum reglum, og ein skattafrí útiviðbót, sum er ein afturbering fyri meirútreiðslur av ymiskum slag, ið útsend hava av at arbeiða í øðrum londum. Viðbótin er í ein ávísan mun tengd at familjustøðuni hjá hvørjum einstøkum sendifólki.

 Fyri 2017 merkti hetta netto umleið mánaðarliga:

Brússel 44.000, London 54.000, Moskva 55.000, Reykjavík 54.000

Sendimaðurin í Keypmannahavn verður løntur beinleiðis úr Føroyum. Í 2016 fekk hann umleið 41.000 kr. útgoldið netto.

 

Vinarliga

 

Poul Michelsen

Landsstýrismaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap