Lýsing
Lýsing
Lýsing

Haldið avtalurnar og vinnið álitið aftur!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.02.2018 - 14:59 Leiðarin Politikkur Tíðindi Vinna

Tað er øgiliga hugstoytt at hoyra, at politikarar púra uttan mótspæl sleppa at hóreiggja sær í miðlunum, har teir føra fram síni sjónarmið um, hvat meira Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skulu rinda fyri, nú teir eru útgoldnir. Tí sjálvandi skulu teir gerast ókeypis at brúka – tað var alla tíðina avtalan!

Illgitingarnar eru sum vera man nógvar um, hví politikararnir leypa frá sínum orði. Ein er, at teir eru bangnir fyri at Skálafjarðartunnilin verður ein undirskotsforrætning, tí fólk hava jú eina aðra ókeypis farleið at brúka. Verður Skálafjarðartunnilin ein fiasko, er jú gott at hava hinar báðar tunlarnar í bakhondini, tí teir hava jú prógvað sítt virði sum cash cows.

Økini Vágar og Norðoyggjar telja bara góðar 8.000 íbúgvar, og tað er avmarkað, hvussu nógv teir tola at gjalda fyri. Landsstýrið er úti og vil knýta ein tunnil í sjálvari Vágoynni uppí Vágatunnilin, og samstundis er landsstýrismaðurin úti og sigur, at tunlarnir skulu rinda fyri sjóvegis farleiðirnar eisini.

Tað er eftir øllum at døma onki mark fyri, hvat norðoyingar og vágafólk skulu rinda fyri av farleiðum. Og samstundis skulu tey sum eru flest í tali, tey í miðstaðarøkinum, frítakast heilt fyri at vera við til at gjalda – burtursæð frá teimum fáu ferðunum um árið tey kanska eru á flogvøllinum ella á summarfestivali.

Serliga margháttligt er tað at hoyra, at politikarar í miðstaðarøkinum og sunnanfyri kalla hesa loysnina fyri samhaldsfasta. Hon er jú tað beint øvuta. Við “loysnini” at knýta aðrar verkætlanir uppí Vága- og Norðoyatunlarnar, sleppa nakrir borgarar heilt undan at vera við til at fíggja samferðslukervið, teir allarflestu borgararnir – teir í miðstaðarøkinum og sunnanfjørðs – sleppa avstað við bert at betala eitt sindur, meðan tyngsti parturin kemur at liggja á norðoyingum og vágafólki, sum í síðsta enda bæði skulu gjalda 100% av undirsjóvartunlunum, og so, tá teir eru fult útgoldnir, framhaldandi skulu gjalda tað mesta av øðrum verkætlanum umframt.

Málið um undirsjóvartunlarnar vísir eisini, at tað er sera torført at hava álit á fólki í politikki. Tá borgarar føra fram, at tað er so ilt at hava álit á einum politikara, so ber ikki til at siga teir ringar fyri tað, um man hugsar um føgru orðini frammanundan tunnilsgerðunum. Har var ongantíð nakar ivi um, at undirsjóvartunlarnir skulu vera ókeypis at nýta, tá teir vóru útgoldnir, men gakk. Landskassin hevur langt síðani tevjað blóð.

Tað ber til at siga, at vit vóru bláoygd, tá vit trúðu politikarunum. Og kanska tað er rætt, at vit skuldu havt kravt eina skrivliga avtalu, har tað greitt stóð, at tunlarnir skuldu vera ókeypis. Men eina skrivliga avtalu við hvønn?!? Skrivligar avtalur ger man millum tveir partar við mótstríðandi áhugamálum, og Føroya Landsstýri eigur ikki at vera mótparturin hjá norðoyingum og vágafólki. Føroya fólk eigur ikki at skula gera skrivligar avtalur við tey, sum skulu eitast fyri at umboða júst somu fólk.

Men so løgið tað ljóðar, so koyra politikararnir, sum nú leypa frá sínum orði, uppá “Jamen tað stendur ongastaðni, at tunlarnir skulu vera ókeypis!”. Íðan, vit hava ongantíð gjørt eina skrivliga avtalu við tey fólkavaldu ella Landsstýrið, men merkir tað so, at onki av tí sum tey siga, er galdandi?

Her eiga politikararnir úr Vágum og Norðoyggjum at traðka í karakter, og krevja av sínum floks- og starvfeløgum á tingi og í Tinganesi, at teir standa við sítt orð.

Vísið okkum, at til ber at hava álit á politisku skipanini. Tað gera tit við at gera Norðoya- og Vágatunnilin ókeypis, tá teir eru útgoldnir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap