Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: kvf.fo

Norðoyggjar og Eysturoy mest kristnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.02.2018 - 01:12 Mentan Tíðindi

Í meiningakanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarp Føroya, verður staðfest, at 7 út av 10 fólkum í Norðoyggjum og Eysturoy trúgva á ein gud. Sagt verður gamaní ikki, at talan er um bíbilska Guð, men lítið man vera at ivast í, at tað er tann kristna gudin, at so nógv tey flestu av hesum trúgva á.

Í miðstaðarøkinum trýr minni enn helvtin (44%) á Guð, og eisini í restini av landinum er talan um færri enn helmingin av íbúgvunum, ið trúgva á Guð. Her er talið 48%. Tilsamans trúgva 54% á Guð. Harvið er ikki sagt, at restin eru ateistar, tí ein svarmøguleiki er eisini “Hægri vald”. 27% av føroyingum trúgva, at eitt hægri vald, ið tó ikki er Guð, er til. Prosenttalið av føroyingum, ið hava eina trúgv á eitthvørt størri enn tey sjálvi, er sostatt heili 81%. Umroknað merkir hetta, at 40.500 føroyingar eru antin trúgvandi ella andaligir, harav 27.000 trúgva á Guð.

Tá tað kemur til ikki at trúgva, eru somuleiðis tveir bólkar. Annar er agnostikararnir, ið ikki vita um nakað hægri vald er til, og vilja vera við, at tað letur seg ikki gera at vita tað. Tey sum siga seg ikki vita, hvat tey skulu trúgva uppá, telja 7% í kanningini. Hin bólkurin eru ateistarnir, ið vilja vera við, at ongin gudur ella nakað annað hægri vald er til. Hesi telja 10% í kanningini. Eru tølini umboðandi, merkir tað, at 5.000 føroyingar ikki trúgva á gud ella annað hægri vald, og at 8.500 føroyingar ikki eru trúgvandi.

Kelda: http://kvf.fo/greinar/2018/02/14/er-gud-til-fimti-hvor-er-ikki-sannfordur

Lýsing
Seinastu tíðindini
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…