Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyskt blómutyssi frá Summar Festivalinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  22.02.2018 - 09:31 Mentan Tíðindaskriv

Summar Festivalurin kunnger sjey føroyskar bólkar, sum fara at spæla á ársins festivali – eitt livandi føroyskt blómutyssi her mitt á vetri.

Bólkarnir eru Hamradun, Frum, VSJ ft. Dávur, Elinborg, Asta & Liza, Heidrik og Aria.

Hamradun er rockbólkur, sum blandar fólkatónleik, vísur, kvæði og klassiskan rocktónleik saman í eina sera spennandi og sterka tónleikaeind. Tað er gamalt føroyskt stev sett inn í ein nýggjan, mergjaðan samanhang. Pól Arni Holm av Tvøroyri, sum eitt skifti var sangari í Týr, er oddamaður í bólkinum, og afturat sær hevur hann vælspælandi og dugnaligar tónleikarar. Hamradun gav í 2015 fløgu út, og í summar skal bólkurin spæla á festivali í Italia.

Frum er nýggj og framfýsin tónleikaverkætlan hjá Jenný Kragesteen. Hon skrivar og innspælir elektróniskan tónleik og framleiðir visuell video til sínar sangir. Verkætlanin er ein samanrenning av tónleiki, sjónleiki og list. Jenný Kragesteen var í fjør í uppskoti sum ársins songkvinna á FMA.

Elinborg hevur sungið og spælt tónleik, síðani hon var smágenta, og í 2015 útgav hon sínar fyrstu sangir. Elinborg hevur spælt nógvar konsertir seinastu tvey árini, og hon hevur luttikið á fleiri stórum tónleikatiltøkum. Í 2016 fekk hon FMA-heiðursløn fyri at vera ársins live-bólkur, og hon hevur síðani latið nýggjan tónleik frá sær. Elinborg skrivar kensluríkan tónleik um kærleika, sorg og lívið.

Asta & Liza er eitt samstarv millum føroysku Astu Højgaard og týsku Liza Kaisinger. Tær hava í fleiri ár samstarvað um tónleik og hava áður spælt á Summar Festivalinum. Tær hava nú nýggjar sangir at bjóða og koma aftur at vitja landsins størsta tónleikatiltak.

VSJ ft. Dávur er nýggjur tónleikabólkur, sum spælir fangandi og modernaðan popptónleik. Sangirnir The Road og Solution hava verið kynt undir áhugan fyri bólkinum, sum nú eisini er farin at hava live-framførslur. Hetta er ein av spennandi spírunum í føroyskum popptónleiki, og næstu tíðina koma nýggir sangir frá bólkinum. Høvuðsmaðurin í VSJ er Villiam Joensen á Toftum, sangari er Dávur á Reynatrøð í Leirvík, og afurat sær hava teir Fríða Bjarkhamar, sum spælir trummur, og Høgna Jógvansson, sum spælir bass.

 

Heidrik er tónleikaverkætlanin hjá Heiðrik á Heygum, sum er listamaður, filmsskapari og tónleikari. Heidrik gav fyrsta sangin út í 2007, og síðani hevur hann javnan latið frætta frá sær – ofta hevur hann brúkt tónleikavideo á YouTube sum útgávumiðil av sínum sangum. Heidrik hevur útgivið tvær útgávur umframt stakløg. Millum kendu sangirnar hjá Heidrik eru Monster, Change of Frame og OMG.

Aria hittaði fleiri ferðir í 1990’unum, tá ið teir eisini endaðu millum fremstu bólkarnar í Prix Føroyar kapping. Aria gav eina útgávu út, og sangir sum Rooftop, Shadow of a Doubt, French Leave og Analja vóru nógv spældir. Aria spældi víðahvar kring Føroya og vóru kendir sum ein sera vælspælandi live-bólkur. Sangari í bólkinum er Jógvan Hansen, sum síðani hevur fingið yrkisleið sum tónleikari í Íslandi. Nú savnast tónleikararnir í Aria aftur til eina serliga framførslu á Summar Festivalinum.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 9. til 11. august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap