Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sitandi løgtingssamgonga mist valdi samstundis sum tað eina valdømi er í ferð við at gera enda á politisku flokkskipanini

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  06.04.2018 - 12:12 Politikkur Tíðindi

Greining/meining bygd á nýggjastu GALLUP veljarakanning: Javnaðarflokkurin hevur júst almannakunngjørt eina nýggja veljara kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri flokkin, og hon vísir at flokkurin er framhaldandi er størsti flokkur. Hetta er tó ein stokittur hiti, havandi í huga politisku støðuna og áhaldandi innanhýsis stríðið í løgmannsflokkinum.

Tað er greitt at við afturgongdini hjá Javnaðarflokkinum missir samgongan meirilutan í løgtinginum.

Men samstundis gevur veljarakanningin og politiska støðan eina greiða ábending um at politiska skipanin í Føroyum far enn truplari við at finna politiskar semjur tvørtur um verandi samgongu/andstøðu mørkini, verður løgtingsval útskrivað nú.

Fólkaflokkurin stendur eftir hesari veljarakanning til eina moderata framgongd, men við Jørgen Niclasen og Aksel V. Jóhannesen í front er ikki møguleiki hjá hesum báðum flokkum at finna saman um eina nýggja og alternativa leið.

Veljarakanningin sum Fynd gjørdi fyri Norðlýsið gav ábending um at Javnaðarflokkurin fekk eitt framúr gott val í Suðuroynni, har Kristin Michelsen og Bjarni Hammer mynda flokkin og við tí innanhýsis persónssamanseting hetta gevur í Javnaðarflokkinum er tað trupult í heila tikið at roknað við Javnaðarflokkinum, sum ein samlaðan politiskan flokk.

Tí er ein samgonga millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin í løtuni neyvan ein praktiskur møguleiki.

Tá verandi samgonga ikki longur hevur meiriluta er einasti veruligi møguleiki ein samgonga millum sitandi andstøðuflokkar og hetta endurspeglar støðan í løgtinginum eisini har tinglimir hjá sitandi samgonga tykist fullkomiliga at hava givið skarvin yvir, og alment eru farnir at stuðla andstøðu uppskotum.

Í morgin verða veljarafundirnir hjá stóru samgonguflokkunum í Klaksvík, men eftir at formaðurin í Framsókn nú er farin at hótta við samgongusliti, er vantandi at formennirnir í politisku flokkunum fara at gera eina senastu roynd at fáa samgonguna at standa saman - hóast hetta í løtuni kann tykjast at verða ein ógjørlig uppgáva.

 

Fynd eisini við veljarakanning.

Portalurin hevur í morgun eisini almannakunngjørt veljarakanning, sum gevur nøkunlunda somu myndina. Stóru flokkarnir liggja eisini her púra javnir, men í hesi kanningini fær ein av smáu flokkunum, Framsókn, ein mann afturat og varðveitur sostatt meirilutan fyri verandi samgongu.

Verður úrslitið av veljarakanningini hjá Fynd, staðfest á einum komandi løgtingsvalið, er sera trupult at fáa eygað á ein stjørnarberandi meiriluta í løgtinginum.

Í øllum føri kunnu vit staðfesta at skipanin við einum valdømi er um at forkoma politisku skipanini við alsamt vaksandi innanflokka ósemjum og at flokkskipanin, sum ástøðin sigur verða grundarlagið fyri einari vælvirkandi demokratiskari skipan, er fullkomiliga verjuleys.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…