Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tunlar norður um Fjall falla allarhelst

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.04.2018 - 13:20 Politikkur Tíðindi

Í gjár varð greitt, at meirilutin í Rættarnevndini mælir frá at framskynda tunlarnar norður um Fjall. Tí verður uppskotið helst ikki samtykt.

Meirilutin førir millum annað fram, at møguleikin at breiðka teir verandi tunlarnar og víðka teir, er ein møguleiki, sum má kannast nærri, áðrenn tað kann útihýsast. Hetta er nakað, sum fer at taka tíð. Eisini óttast meirilutin, at tað fer at skapa fordømi, um onnur enn Landskassin eru við at fíggja og gera tunnilsverkætlanir, og mælir til, at alt framhaldandi liggur hjá Landsverki.

Í meirilutanum eru Kristin Michelsen (C), Ruth Vang (F), Ingolf Sólheim Olsen (E) og Sonja Jógvansdóttir.

Hini í nevndini mæla til at taka undir við uppskotinum. Tey vísa á, at sambært langtíðarætlanini fer tað at taka 4 ár, áðrenn farið verður í gongd, og at tað fer at taka nøkur ár afturat, fyrrenn koyrandi er. Tey meta ikki, at fólk í Árnafirði og Eystan Múla kunnu bíða so leingi.

Í minnilutanum eru Magnus Rasmussen (A), Elsebeth M. Gunnleygsdóttir (A) og Edmund Joensen (B).

Ein lítil møguleiki var fyri, at einstakir samgongutinglimir kortini fóru at taka undir við at framskunda verkætlanina, men tey fara neyvan at ganga ímóti tilmælinum frá meirilutanum, og tað merkir, at onki verður gjørt við nýggjar tunlar norður um Fjall í hesum valskeiðnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini