Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bogi Haraldson, rakstrarleiðari fyri infrakervi hjá Landsverki segði í Dagur og Viku í kvøld at játtanin hjá Landsverki til asfalt er sera lítil, og tí noyðist stovnurin at raðfesta vegir við nógvari ferðslu, framum vegir við lítið av ferðslu. Hetta gongur sjálvsagt út yvir smáplássini, t.d Elduvík | Mynd: kvf.fo

Landafrøðiligi stættarmunurin í Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.05.2018 - 20:26 Leiðarin Politikkur Tíðindi Vinna

Fyri nøkrum árum síðani kunngjørdi táverandi formaðurin í Javnaðarflokkinum, at stættarstríðið var av. Mong hava gjørt gjøldur burturúr tí, men tað er ikki heilt burturvið, tí Føroyar eru eitt av heimsins allar-javnastu londum. Tá tað kemur til inntøku. Tá tað kemur til umstøður, er hinvegin sera stórur munur á. Serliga er munur á, hvar tú býrt.

Hesa vikuna hava vit sæð í tíðindunum, at a) Fróðskaparsetur Føroya letur upp í nýggjum, glæsiligum hølum á havnarlagnum í Tórshavn – fantastiskar umstøður, vóru tey interviewaðu samd um – og b) nýggjur politiskur flokkur verður stovnaður fyri at fáa bara tey heilt grundleggjandi viðurskiftini í rættlag fyri Eystan Múla.

Vit síggja sostatt parallellsamfeløg taka seg upp í Føroyum. Jú nærri tú kemur Havnini, jú størri partur av tínum trupulleikum eru “First World Problems”. Í Havn kjakast tey um til dømis:

-       Skal Glyvursnes gerast til eyka flogvøll ella golfvøll?

-       Skal Bacalao opna aftur, tí tað var so hugnaligt við fiskavirksemi?

-       Skulu vit søkja um menningarkvotur – bara tí vit kunnu?

-       Skulu vit gera eina eyka svimjihøll við langhyli?

Og so framvegis. Har var tunt av fólki tann 1. mai á Vaglinum, og tað samsvarar væl við gongdina, har almenni sektorurin bara bólgnar, serliga í Havn, meðan alsamt færri takast við tímalønt arbeiði í privata sektorinum.

Eystan Múla er støðan ein heilt onnur. Har taka fólk kjansin hvønn dag og koyra ígjøgnum lívshættisligar tunlar, sum Landsverk hevur útnevnt til vandamiklastu vegastrekkir í landinum. Tí tey hava ongan annan møguleika. Lógin sigur, at 8. og 9. floksnæmingar í økinum skulu ígjøgnum hvønn dag. Hjá øðrum er tað neyðugt fyri at koma til og frá arbeiði. Og støðan er nakað betri, men ikki nógv, aðrastaðni í útjaðaranum:  

-       Fara vit til Elduvíkar, ja, so fáa fólk har at vita, at “tit eru ov fá, so vit fara ikki at dagføra vegirnar hjá tykkum”.

-       Í Fugloy eru atløguviðurskiftini ikki uppgraderað síðani í 1950’unum, og lætt er at detta niðurímillum og á bláman, tá leypast (!) skal frá bryggju umborð ella øvugt.

-       Til Nólsoyar og Kalsoyar verða bilfergurnar tiknar úr sigling í heilum, ofta bert við stuttum varsli. Sildberin og Jósup verða sett inn í staðin, og hvørgin tekur bilar.

-       Í Skúvoynni máttu tey inntil heilt nýliga framvegis rulla oljutunnur fyri at fáa hita í húsini.

Her kundi verið hildið áfram, men poengið er vist komið fram nú. Har er ein risastórur munur á, hvørjar umstøður “heimsins javnasta land” (í lønum) hevur at bjóða sínum borgarum, alt eftir hvar í landinum teir búgva. Hetta hóast landsskattatrýstið er neyvt tað sama kring landið alt.

Ein ávísur ójavni vil altíð vera. Í øllum hinum norðurlondunum hava tey útjavningarskipanir at minka um hesar munir, soleiðis at livistøðið kring landið er á leið tað sama. Her í Føroyum hava vit onga útjavingarskipan. Tvørturímóti hava vit gjørt tað soleiðis, at fiskivinnan og alivinnan úti um landið nú skulu gjalda uppaftur meira í tilfeingisgjaldi og tøkugjaldi til bólgnandi miðstaðarøkið.

Vilja vit ikki hava útjavningarskipan, eru onnur ráð til at taka. Tøkugjaldið og tilfeingisgjaldið áttu kanska at fallið til kommunurnar, eins og lutfallið til partafelagsskattin átti at verðið gjørt øvugt. Í dag fær landið 70% og kommunan 30%. Hví ikki gera hetta øvugt, soleiðis at kommunan fekk 70% og landið 30%? Tað er hóast alt kommunan, ið tekur sær av tí mesta – infrakervi, vatnveiting, tilbúgving, renovatión, ravmagnsíbinding v.m.

Ja, vit eru í dag heimsins javnasta land áðrenn skatt. Men stóri munurin á, hvør fær ágóðan av okkara skatti, ger, at vit eru langt frá at kunna avlýsa stættarstríðið enn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar