Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit eiga at gera meira burturúr fornminnunum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  18.05.2018 - 11:57 Mentan Tíðindi Veðrið

Sum sæst niðanfyri, so gjørdi býargartnarin í Klaksvík, saman við Jarðfeingi eitt sindur burturúr bakkanum við Borðoyarvík, ið ber eina einastandandi føroyska søgu. Eitt skelti, ið Norðlýsið hevur fingið avrit av frá Lis Mortensen frá Jarðfangi, endurgeva vit her niðanfyri.

 

 

Lis Morten undirstrikar í telduposti, at bakkin er sera áhugaverdur í jarðfrøðishøpi, tí áttu vit at gjørt bakkan betur atkomuligan. Norðlýsið er vitandi um, at granskarar eru komnir til Føroya bert við tí fyri eygað at síggja tíðirnar ímillum ístíðirnar. Niðanfyri er teksturin, sum stendur á illa farna skeltinum við Tekniska Skúla:

 

Bakkin við Borðoyarvík er prógv um fornar ístíðir

Hetta er einasta stað í Føroyum, har vit við vissu síggja leivdir eftir tveimum ístíðum og eini millumístíð. Hetta sigur frá veðurlagsbroytingum langt aftur í tíðina.

Bakkin í Borðoyarvík sigur frá ógvisligum veðurlagsbroytingum frá ístíðum til tíðir við lýggjari veðurlagi. Vit kunnu ímynda okkum:

Í seinastu ístíð fleyg ein stórur skriðjøkul oman úr Køldukinn út í Borðoyarvík (bláir pílar á kortinum). Tann ovari parturin av eyrinum í bakkanum er lagdur av hesum ísstreymi.

Í seinastu millumístíð fyri góðum 100.000 árum síðan var Borðoyarvík ein grunnur pollur. Veðrið var lýggjari enn í dag og trø sum bjørk og fura vuksu í Føroyum tá. Leirlagið mitt í bakkanum er frá hesi tíðini.

Í næstseinastu ístíð lá Borðoyarvík eisini undir skriðjøkulinum úr Køldukinn. Tann niðasti parturin av eyrinum er fá hesi ístíð.

 

 

 

Ístíðir

Veðuragið á jørðini hevur í meir enn 2 milliónir ár verið merkt av stórum veðurlagsbroytingum við ístíðum og lýggjum tíðarskeiðum. Seinasta ístíð endaði í Føroyum fyri umlei 10.000 árum síðani.

 

 

Nógvar ístíðir

Føroyar hava verið holvdar undir ísi nógvar ferðir. Ísurin savnaðist í lægdum og dølum og ferðaðist sum skiðjðklar móti havinum. Ísurin bar við sær steinar og leyst tilfar. Á henda hátt máaði ísurin niður lendi, og skapaði djúpa dalar og firðir.

 

 

 

Bakkin

Eitt upplagt og unikt evni hjá Norðoya Kunningarstovu at gera sær dælt av.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap