Lýsing
Lýsing
Lýsing
Framtíðin hjá Jupiter er óviss og í Klaksvík er einans eitt skip í Barentshavinum | Mynd: vardin.fo

Óvissa í øllum tættum av nýskipanini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.06.2018 - 14:29 Leiðarin Politikkur Tíðindi Vinna

Meðan tíðindini berast um, at Jupiter og Høgiklettur skulu seljast til Russlands, tí útlitini í føroysku fiskivinnuni eru so ótrygg, baksast Fiskimálaráðið framvegis, 6 mánaðir eftir at menningarkvoturnar blivu samtyktar, við at seta eina trímannanevnd at luta tær út. Nú frættist at nevndin er sett, men vinnan fær onki at vita, hóast uppboðssøla er longu í morgin.

Røddirnar sum óttaðust óvissu í vinnuni fingu rætt. Í morgin fara reiðaríini á afturlatna uppboðssølu at bjóða uppá svartkjaftarættindi. Afturlatin uppboðssøla merkir, at tey, sum bjóða uppá rættindi, ikki hava nakran kunnleika til, hvat aðrir aktørar bjóða. Spurningurin er um hetta kann kallast uppboðssøla, tí man bjóðar eina ferð, og boðini fara tí ikki upp. Hetta minnir nógv meira um útbjóðingarháttin innanfyri byggivinnuna, har entreprenørar leggja boð inn uppá enterprisur, enn um eina uppboðssølu.

Reiðaríini sum hava sent umsókn inn um menningarkvotu, vita heldur ikki, um tey fáa nakra menningarkvotu ella ikki, tá tey fara á uppboðssølu mikudagin. Sera striltið hevur gingist við at fáa arbeiðið í lag, og á miðdegi í dag boðaði fiskimálaráðharrin so frá, at tað kanska verður greitt seinni í hesi vikuni ella fyrst í næstu, hvør fer at manna nevndina, ið skal meta um umsóknirnar. Tað verður tí neyvan greitt til uppboðssøluna í morgin. Og tástani tá nevndin er sett, kann byrjast at meta um umsóknirnar.

Greitt er bert, at tað verður Fiskimálaráðið, sum setur nevndina, ið skal luta út. Har verður sostatt settur ein liður inn ímillum fiskimálaráðharran og aktørarnar.

Eitt annað, sum óvissa valdar um, er skipanin við veiðigjøldum. Tey komu á tingborð í november, vórðu fyrst útsett til februar, síðani til mars, og duttu eftirfylgjandi burtur, tá Løgtingið fór í summarfrí flaggdagin. Kortini vil samgongan vera við, at tey ikki eru heilt slept, og at barslað verður við at leggja uppskotið fram av nýggjum á ólavsøku ella nakað aftaná. Inntil tá valdar óvissa.

Hetta vil tilsamans siga, at óvissan valdar í øllum trimum økjunum av nýskipanini. Við søguligu rættindunum valdar óvissa um veiðigjøldini. Í uppboðssøluni er ein stórur partur afturlatin, so aktørarnir vita ikki, hvørjum teir bjóða ímóti og hvussu nógv hini bjóða, og mugu tí leggja “blind” boð inn. Og við menningarkvotunum hava aktørarnir mugað sent umsóknir inn til ein ókendan móttakara, sum framvegis ikki er settur.

Hetta er alt ein øgilig mongd av ósikrum elementum, og havast má í huga, at størsta broytingin framvegis ikki er komin í gildi. Hon er broytingin frá fiskidøgum til kvotur. Hesa útsetti løgmaður á ólavsøku í 2017 frá 1. januar 2018 til 1. januar 2019, helst tí at annars var ongin samgonga og harvið als ongin nýskipan í heila tikið. Hvussu langt hetta arbeiðið er komið, veit framvegis ongin, men nú flokkarnir skulu til val komandi ár, er tað sera ivingarsamt, um tað fer at eydnast.

Komandi tingseta fer kanska at geva nøkur svar, men sum nú er, hongur kvotaskipanin í einum klønum tráði, og øll framtíðin hjá føroysku fiskivinnuni stendur í óvissunnar tekni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap