Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útoyggjastevna í Svínoy

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.06.2018 - 11:00 Leiðarin Mentan Tíðindi

Um vikuskiftið verður útoyggjastevna í Svínoy. Svínoy hevur heilt stórar avbjóðingar við fólkatalinum, og eitt av aðalmálunum við útoyggjastevnuni er júst at varpa ljós á serligu avbjóðingarnar, sum útoyggjarnar hava.

Útoyggjastevnan er eitt tiltak til gaman og álvara. Gaman, tí fólk á útoyggj og við áhuga fyri útoyggjum hittast til sosiala samveru, vertsskap og hugna. Álvara, tí her fáa fólk úr størru oyggjunum høvi at síggja, hvussu lívið er á útoyggj, og tað er so avgjørt ikki bara gaman.

Svínoyggin hevur altíð haft serligan tokka, tí heilt frá barnsbeini hevur verið vitjað Útí í Váli, og seinnu árini sum foreldur eisini.

Skráin er á tremur, og byrjað verður við ókeypis morgunmati á Gamlagarði. Síðani eru alskyns tiltøk, fleiri samstundis, so gestirnir kunnu bara velja og vraka ímillum øll tilboðini. Á miðdegi er møguleiki fyri at keypa sær døgurða, og klokkan 13 verður stevnan sett við akkerið. Tað er oyggjabarnið Heri Joensen, prestur, ið setir stevnuna.

Øll skráin kann lesast aðrastaðni í blaðnum. Vert er tó at taka fram forkunnuga leikin um konu Árant úti á Bø í Dansistovuni. Leikurin verður leiktur bæði fríggjakvøldið og tvær ferðir leygardagin. Sjálvur Árant telist millum teir kendastu svínoyingarnar, men lítið hevur verið at hoyrt um konu hansara. Tað hevur Eyð Matras sett sær fyri at gera nakað við, og hetta verður uttan iva eitt trekkplástur á útoyggjastevnuni.

Heiðurin at runda dagin av er fallin Jákupi Mikkelsen, løgtingsmanni, í lut. Hann heldur nevniliga røðu við stóra bálið, ið verður kynt í fjøruni. Aftaná verður sum vant føroyskur dansur, og tað er aftur eitt oyggjabarn, nevniliga Óli Reinert á Geilini, ið fer at skipa. Umframt alt hetta verða gongutúrar, fótbóltur, pizzasøla og mangt annað.

Búseting hevur verið í Svínoy síðani landnámið ella heilt stutt eftir. Úr Føringasøgu vita vit, at longu tá búði ein av teimum mætaru monnunum í Føroyum, tann tiltikni Svínoyar-Bjarni, í Svínoy. Hann verður framstillaður sum ein góður maður, hóast hann er í hóslag við tí meira bondska Gøtu-Trónda, og var tað Bjarni, sum stillaði seg sjálvan millum dreingirnar Sigmund og Tórir og so Gøtu-Trónd, tá hesin seinni vildi taka teir av døgum.

Oyggin er eisini kend fyri sín skaldskap av manna munni, ikki minst søgnina um seyðatjóvin Árant, og um at oyggin eins og bæði Fugloy og Mykines skal hava verið flotoyggj. Navnið Svínoy verður sagt at stava frá, at tað var ein súgv av Viðareiði, ið bar jarn út í oynna, har hon svam fyri at para seg við teimum mongu galtunum, sum oyggin ber navn eftir.

Í 1980’unum og fram til byrjanina av hesi øldini lá fólkatalið í Svínoy um tey 60, men so er skjótt gingið niður av bakka. Tá vit koma fram til 2015, er talið hálverað, og tann 11. mai í ár visti Dimmalætting at siga, at einans 12 fólk búgva eftir í Svínoy. Tað er tí í síðstu løtu, at ljós verður varpað á avbjóðingarnar hjá oynni. Fleiri góðar ætlanir hava verið, bæði vinnulívsætlanir og eisini ætlanir um ellis- ella røktarheim í oynni. Men hetta tykist nú liggja stilt, og vónandi fær útoyggjastevnan blást lív í hetta ella okkurt líknandi.

Í sambandi við Útoyggjastevnuna fer Ritan at sigla í pendulfarti meginpartin av degnum. Hon byrjar kl. 11 og siglir inntil umleið á midnátt. Ferðaætlanin verður kunngjørd á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins, ssl.fo, og á heimasíðuni hjá Útoyggjafelagnum, utoyggj.fo, so skjótt hon er klár.

Fyri øll sum ynskja at uppliva føroysku perluna Svínoy, er útoyggjastevnan eitt tað besta høvið, sum fæst, tí tá spíla svínoyingar seg veruliga út og vísa seg frá síni bestu síðu.

 

Skráin fyri Útoyggjastevnuna í Svínoy sæst her. 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini