Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bill spyr løgmann um Tunlar Norður um Fjall

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  22.06.2018 - 09:06 Politikkur Tíðindaskriv

§52-a fyrispurningur til Aksel Johannesen, løgmann

 

1.     Hvørjar ætlanir hevur samgongan við atliti at tunlum Norður um Fjall?

2.      Hevur løgmaður ætlanir um at finna breiða semju um tunlarnar millum allar flokkarnar á Løgtingi?

3.     Heldur løgmaður, at verandi ferðsla gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall er nóg trygg og at skúlabarnaflutningurin á hesi farleið kann halda fram óbroyttur?

Tá uppskot frá tinglimum í Miðflokkinum, Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum varð viðgjørt á Løgtingi í vár, fingu uppskotssetararnir undir orðaskiftinum ferð eftir ferð at vita frá samgonguumboðum, at løgmaður fór at taka víðari stig í málinum. Samgonguumboðini tóku ikki undir við málinum við teirri grundgeving, at løgmaður fór at gera royndir at finna breiða semju og at kalla andstøðuumboð á fund í summar.

Enn er onki at frætta frá samgonguni og løgmanni, meðan ótryggleikin og vónloysið bara økist millum borgarar í bygdunum eystan Múla.

Saman hava Hvannasunds og Viðareiðis kommuna tikið stig til at vísa á alternativa loysn at loysa málið um tunlar Norður um Fjall. Eitt fullfíggjað uppskot er gjørt, har tey lokalu sjálvi hava fíggjað kostnaðin av at fáa uttanhýsis fakfólk at gera uppskotið. Eitt arbeiði, sum vanliga liggur á landsmyndugleikanum, og sum vanliga verður fíggjað av landsins fíggjarlóg. Men enn hevur samgongan ikki víst áhuga fyri hesum lokala átaki, sum er besta loysn, nakar enn hevur kunnað víst á, fyri at seta ferð á tunnilsgerðina.

 

Bill Justinussen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap