Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferðafólkini bergtikin av føroysku mentanini

SKRIVAÐ: Sára Bertholdsen og Minna W. Sjóstein  |  06.07.2018 - 13:30 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv

Samal Petur Grund greiðir frá, “Serliga um veðrið er gott og tað er sól, eru tað fleiri fólk, sum koma við Sam. So vit sigla næstan hvønn dag við fullum skipi, nú tað er summar.” Tað er serliga, at ferðafólk fara til Kalsoynna, tá veðrið er gott.

Um summarið eru tað fleiri ferðafólk, sum koma til Føroyar at ferðast. Her vitja tey ymisk støð, sum eru sermerk fyri okkum føroyingar. Millum annað eru tað fleiri ferðafólk, sum fara til Kalsoynna. Tað eru bygdirnar Mikladalur og Trøllanes, sum verða serliga vitjaðar. 

 

“Tað, sum fólk eru bergtikin av á Kalsoynni, eru Kópakonan og Fýrurin á Kallinum”, greiður Samal Petur Grund frá. 
Tað er oftani, at ferjan Sam, ikki tekur allar bilarnar við, sum skula við. Tí, í ferjuna passa bert 17 persónbilar og 115 fólk. Øll fólkini sleppa altíð við. Tað er ógvuliga sjáldan at, øll ikki sleppa við.  


Sam siglur fleiri túrar um vikuna. Átta túrar um gerandisdagarnar, fimm túrar leygardag og fýra sunnudag.  
Samal Petur Grund greiðir frá, “Serliga um veðrið er gott og tað er sól, eru fleiri fólk við. So vit sigla næstan hvønn dag við fullum skipi, nú tað er summar.” Tað er serliga, at ferðafólk fara til Kalsoynna, tá veðrið er gott.  

 

Tá komið verður á Kalsoynna, kanst tú taka bussin. Men av tí, at busssambandið er so keðiligt har, verða tað bert gjørdar nakrar fáa túrar um dagin. 


At fara ein túr til Kalsoynna, er ein fínur túrur fyri ferðafólk. Bæði so, at tey fáa størri innlit á, hvussu mentanin er í Føroyum, og hvussu Føroya søgn er. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap