Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fýra ár síðani Kópakonan í Mikladali bleiv avdúkað

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  01.08.2018 - 13:48 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

1. august í 2014 endaði eitt fýra ára langt arbeiði, sum ein bólkur undir Føroya Sjómannadegi hevði arbeitt við í samfull fýra ár. Í bólkinum sótu Olivur Thomsen, Oliver Joensen og Ólavur Samson.

Tað var nevniliga hendan dagin, at Kópakonan í Mikladali bleiv avdúkað á Stóra Kneysa á hellini í Mikladali og handað Klaksvíkar Kommunu.

Norðlýsið var sum vera man væl við í tiltakinum og vit eiga eitt stórt arkiv av myndum frá Mikladali í samband við arbeiðinum at fáa tiltakið “Kópakonan í Mikladali” til veruleika.

Niðanfyri nakrar myndir frá arbeiðinum upp undir 1. august 2014. Sum sæst á myndunum, so gekk annað fyri seg í Mikladali eisini, tí tað vísti seg, at tiltakið skundaði undir annað. Eitt nú fór nógv fríðkan av privatum ognum í gongd, eins og Klaksvíkar Kommuna gjørdi stórarbeiði í bygdini og Ólavur Samson skipaði fyri, at gamla bátaspælið á helluni eisini bleiv restaurerað.

Ikki kann sigast annað enn at Kópakonan hevur verið við til at skunda undir virksemi á Kalsoynni. Hetta sæst millum annað aftur í flutningstølunum hjá Strandferðsluni.

Niðanfyri myndir frá tá Kópakonan varð sett á Stóra Kneysa:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stóra brakið í Badminton­høll­ini í dag
Eingin klippir snórin fyri eini pensjóns…
Filip: - Stórur munur á flogbólti í Ital…
Ársins fyrstihjálpari 2025
Stór uppgáva á Theodoros Vardinogiannis…
- KÍ skal hava ein leikara afturat
Løtan er komin at standa upp fyri KÍ
Alivannan vaks ein triðing
So nógv kosta sendistovurnar
Seyða­hundakapping á Vatnaskørðum 
Veðrið um vikuskiftið
DNA og basupør í 8. flokki
Fráboða atkomu- og luttøkuforð­ingar hjá…
Elsebeth vitjaði Norðlýsið
Ariana: - Eg kendi onki til Føroyar
KÍ kaffi áðrenn fyrsta dyst í ár
Hilmar Jan Hansen í kirkju­kjallarinum
Ungt Virki 2026 verður í dag – Miðnám á…
Tunnilin og espresso-maskinan
Ein útbúgving á Tekniska Skúla gevur skj…