Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hann fer fyri tað mesta at liggja sunnan og útsynning hetta vikuskiftið. Regn ella ælaveður næstan alla tíðina eftir at tað er byrjað í kvøld. Hitalagið nakað væl oman fyri frostmarkið, til seint sunnukvøldið ella mánanáttina. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  06.03.2026 - 13:04 Tíðindi Veðrið

Veðrið um vikuskiftið fer at vera myndað av einum lágtrýsti, sum er millum Ísland og Grønland. Í kvadrantinum sunnan- og eystanfyri miðjuna er ættin millum sunna og útsynning, og tað fer hon at vera um vikuskiftið, unandtikið eina løtu sunnunáttina.

Luftin, sum kemur hendanvegin er lýggj, so einki kavaavfall hetta vikuskifið.  

Í skrivandi stund (beint eftir middag) er upp í hvassan vind sunnaneftir, 10 til 15 m/s. Loftið er skýggjað og í støðum driv ella okkurt ælið. Út á seinnapartin og í kvøld veksur hann vindin upp í skrið, 15 til 20 m/s, samdrigið og út á kvøldið regn vestaneftir. Hitin í dag 4 til 9 stig.

Í morgin er frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Út á kvøldið minkar hann vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og út á náttina bert lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Eitt skifti turt og hálvskýggjað, men sum frá líður er aftur samdrigið og regn. Hitin 4 til 9 stig.

Sunnudagin frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, seinni gongur hann niður í sunnan og veksur upp í 8 til 13 m/s. Samdrigið og samregn, men út á kvøldið bert okkurt ælið í støðum. Hitin 4 til 8 stig, um náttina í hæddunum niður ímóti frostmarkinum.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løtan er komin at standa upp fyri KÍ
Alivannan vaks ein triðing
So nógv kosta sendistovurnar
Seyða­hundakapping á Vatnaskørðum 
Veðrið um vikuskiftið
DNA og basupør í 8. flokki
Fráboða atkomu- og luttøkuforð­ingar hjá…
Elsebeth vitjaði Norðlýsið
Ariana: - Eg kendi onki til Føroyar
KÍ kaffi áðrenn fyrsta dyst í ár
Hilmar Jan Hansen í kirkju­kjallarinum
Ungt Virki 2026 verður í dag – Miðnám á…
Tunnilin og espresso-maskinan
Ein útbúgving á Tekniska Skúla gevur skj…
Hoydalar við Tjarnir
Valfundu­rin á Skúlatrøð byrjaður
Kvinnukvøld í Varpinum 7.mars!
Sjógló vann SkúlaFM 2026
Hágóðskulaksalýsi burtur úr avskurði
Áhugin at velja flokkin er minkaður