Hoydalar við Tjarnir
Í fimm vikur hava føroyingar verið vitni til, hvussu nýtt lív er komið inn í ein gamla bygningin í Hoydølum – og sanniliga eisini inn í okkara gamla tónleikaskatt. Nú fara spírarnar so á flog, og áðrenn ljósini sløkna heilt, vilja vit geva øllum møguleikan at uppliva tað, sum er hent á pallinum í Hoydølum
Leygarkvøldið 4. apríl fara tey seks, Anna Lovisa, Bjarki, Emma, Filip, Jóhanna & Sophilia á pallin, at framføra sangir úr sendingini. Hetta verður fyri seinastu ferð, at tey standa saman á palli.
Tað verður vilt, tað verður rørandi, og tað verður stórt.
Kim Hansen fer at leiða okkum trygt ígjøgnum kvøldið saman við húsorkestrinum, ið vit kenna úr sendingini. Eins og sendingarnar hava yvirraska, so verður konsertin eisini smekkfull við óvæntaðum løtum.
Konsertin verður Við Tjarnir leygarkvøldið 4. apríl kl. 19:30.
Atgongumerkjasølan byrjar hósdagin 12. mars kl. 12:00 á www.eventz.fo og www.tjarnir.fo
Verið klár – tí møguleikin kemur ikki aftur.