Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tiltøk í vikuni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.03.2026 - 13:43 Tíðindi

Visit North við sínari vikuliga kunning um spennandi tiltøk av øllum handa slagi, ið ganga fyri seg í okkara nærumhvørvi

 

Hósdagin 5. mars

Kl 19-21 er valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi á Skúlatrøð. Vinnuhúsið skipar fyri, og valevni fyri allir politisku flokkarnir luttaka.

Kl 20 er stór konsert í Varpinum. Tað eru tey trý kvinnukórini, Suð, Silvitni og Fljóljóð, sum framføra, umframt at barnakórið hjá Opera.fo, Operetturnar, byrja konsertina, og eisini syngja saman við hinum trimum kórunum. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo

Kl 20 er føstuguðstænasta í Viðareiðis kirkju við Meinhardi Bjartalíð presti. Aftaná er kirkjukaffi í roykstovuni í Ónagerði.

Kl 20 er føstuguðstænasta í Christianskirkjuni við Gimma Olsen presti. Sangbólkurin Tabita av Argjum syngur, og aftaná eru øll boðin til drekkamunn í kirkjukjallaranum.

 

Fríggjadagin 6. Mars

Kl 15 er hugnaløta í Christianskirkjuni. Hilmar Jan Hansen hugleiðir um “mítt lív við penni í hendi”. Marjun Lómaklett prestur hevur andakt. Drekkamuður verður at fáa.         

Kl 19.30 er altjóða kvinnubønardagur. Hesaferð verður tað í kirkjuhúsinum í Hvannasundi. Allar kvinnur eru vælkomnar.

Kl 20 er kvinnumøti í Betesda.

Kl 22.30 er pub quiz í Roykstovuni

 

Leygardagin 7. mars

Hip hop skeið er í Varpinum fyri børn 7-9 ár kl 14-15, og kl 15-16 er tað fyri børn 10 ár og eldri. Diana undirvísir, og tað kostar 50 krónur. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo

Kl 16 er hip hop skeið í Varpinum fyri kvinnur 30 ár og eldri. Diana undirvísir og skeiðið er fyri royndar og óroyndar. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo

Kl 16 er avgerðandi dystur í bestu mansflogbóltsdeildini, tá Mjølnir tekur ímóti SÍ í Badmintonhøllini.

Kl 21 er kafé quiz í kafé Fríðu

Kl 23 og út á náttina diskar Haraldsen í Varpinum. Ókeypis atgongd.

 

Sunnudagin 8. mars

Kl 11 er guðstænasta í Christianskirkjuni við Marjuni Lómaklett presti. Morgunmatur er í kirkjukjallaranum frá kl 10.

Kl 12 er guðstænasta í skúlanum í Haraldsundi.

Kl 14.30 is english speaking service in Betesda in Klaksvík.

 

Týsdagin 10. mars

Kl 20 er føstuguðstænasta í Hvannasund kirkju við Jákupi Erlingsson Petersen presti. Kirkjukaffi er aftaná.

 

Mikudagin 11. mars

Kl 10 er morgunsangur í Christianskirkjuni.

Kl 18.30 er aftur opið á Hermótinum. Hermótið er kreativt tilhaldsstað fyri vaksin, sum hava áhuga fyri ítrivi og strategiskum spæli. Hermótið heldur til á Heygavegi 42.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…