Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgættirnar eru góðar í Streymnesi. Úr norði og niður ímóti eystir merkist einki til nakran vind, heldur ikki í illveðri. Ringasta mjørkaættin er landsynningur og bestu summarættirnar úr suðuri upp í útsynning. | Mynd: Gurið Lómfelli

Veðrið í Streymnesi

SKRIVAÐ: Veðurstova Føroya  |  05.03.2026 - 11:25 Tíðindi Veðrið

Á ferð kring landið at fregnast um staðveðrið, hava tey á Veðurstovuni eisini verið í Streymnesi og gjørt samrøðu.

Streymnes er miðskeiðis á eystursíðuni á Streymoynni.

Bygdin er innast í einari lítlari vík, sum vendir í eystan. Norðan fyri bygdina er Rossafellið, sum er góð verja ímóti høgættini og niður ímóti eystri – eisini í ringum veðri. Tey merkja næstan einki til vind. Landnyrðingur er besta ættin til vind.

Millum eystan og sunnan kemur hann norður ígjøgnum sundið. Tá kann vera meira vindur. Hetta eru eisini mjørkaættir.

Ættirnar úr suðuri upp í vestan er góðar summarættir. Liggur hann við góðveðri av hesum ættum, er av allabesta veðri í Sterymnesi – klárt og lýtt. Men fjøllini sunnan- og vestanfyri, sum verja bygdina móti ættunum, gera vindin ójavnan og keðiligan, tá ið tað er illveður. Ringasta ættin til vind í illveðri er útsynningur vestan. Fer hann bara upp í vestan, er betri.

Ættirnar úr vestri og upp í norðan er góðar. Tær líkjast ógvuliga nógv. Næstan eingin munur. Javnur vindur og hampuliga turt.

Í Streymnesi er góður sólargangur. Tey hava hana alla tíðina, frá tí hon kemur upp um Eysturoynna og gongur vesturá. Um summarið hava tey hana til seint á kvøldið.

Fyri at fáa meiri at vita um veðrið á øllum ættum í Streymnesi setti undirritaði seg í samband við Sigvald Zachariassen. Hann er ættaður úr Streymnesi og hevur búð har næstan alt lívið. Hann hevur tikið lut í øllum bygdarlívinum, fingist við landbúnað og tað, sum hartil hoyrir.

Hann beyð mær at koma at vitja seg at tosa um staðveðrið í Streymnesi.

Lesi meiri um veðrið í Streymnesi á heimasíðuni hjá Veðurstovuni www.vedur.fo við at fara undir menuina, sum er ovast til høgru. Nakað niðri finna tit Vitan og undir har er Staðveður – og trýsta tit á Streymnes sæst øll samrøðan.

Skjalið kann eisini takast niður í pdf.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið