Úrslit í Norðoyggjum
Tað vóru bæði avbjóðingar og møguleikar, tá valskeiðið byrjaði og vónin var alla tíðina vera við til at gera nakað gott fyri Føroyar, men eisini í økinum, har vit liva og virka. Mann kann altíð umrøða, hvat er nógv og hvat er gott, men her eru nøkur úrslit í Norðoyggjum hesi seinastu góðu 3 árini, sum valskeiðið bleiv.
Hóast tíðirnar altjóða eru truplar, so eru fiskiveiðuavtalur áhaldandi gjørdar við tey, sum Føroyar søguliga hava havt avtalur við. Hartil kemur, at skilagóðar avtalur eru gjørdar um sild og makrel, sum hava tryggjað, at tilfeingið í mestan mun verður veitt, tá tað loysir seg best, umframt at avtalan við Ísland er endurnýggjað fyribils fram til august, ið tryggjar, at okkara botnfiskafloti fær fiskað alla sína kvotu har.
Tunlar norður um Fjall og vegaføringar í samband við hetta vórðu gjørdar. Nógv broyttist til tað betra 19. desember 2024, tá tunlarnir lótu upp.
Gulu læknahúsini í Klaksvík vórðu liðugt høvuðsumvæld. Hetta gevur fyrisitingini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi góðar arbeiðsumstøður, samstundis sum søgan kring sjúkrahúsið verður varðveitt.
Nýggj fígging varð fingið til vega til starvsfólkaorku og rakstur annars, so stóra gávan við Tesla 3 MR skannaranum kundi takast í nýtslu. Úrslitini við skannaranum síðan eru eisini ein sólskinssøga.
Nú er farið undir nærmast nýgerð av starvsfólkabygninginum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so bygningurin veruliga kann brúkast í arbeiðinum at framtíðartryggja virksemi og størv á sjúkrahúsinum. Hartil verður atkoman á sjúkrahúsið frá sjúkrahúsbrekkuni betrað munandi, so hon er undir taki og sjúkrabilarnir altíð fáa staðið væl.
Nýggi bygningurin hjá húsarhaldsskúlanum, Rótin, varð gjørdur liðugur. Skúlin blómar.
Munandi íløgustuðulsupphæddir vórðu veittar mentanarhúsinum, Varpið, sum nú er ein miðdepil í mentanarlívinum – bæði í Norðoyggjum og í Føroyum.
Góð og neyðug aula verður gjørd til tekniska skúla, samstundis sum stórar dagføringar verða gjørdar í bygninginum.
Játtanin hjá Íverksetarahúsinum varð økt til virksemið har.
Pengar eru avsettir, so Depilshúsini kunnu setast endaliga í stand. Tað er nakað, ið veruliga hevur verið leingi ávegis, men nú sær út til at verða loyst.
Og Brekumboðið, sum heldur til á Klaksvíksvegi 77, er farið til verka.
Við tínum áliti ber til at byggja víðari á hesa gongdina og at leggja meira afturat.
Eirikur í Jákupsstovu
Tjóðveldi