Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg stilli upp til løgtingsvalið 2026!

SKRIVAÐ: Petur Asano  |  04.03.2026 - 22:45 Politikkur Tíðindaskriv

Eftir áheitan frá Jenisi Kristjan av Rana stilli eg upp fyri Miðflokkin. Eg havi altíð valt Miðflokkin, tí hann sum flokkur stendur fastur, tá tað kemur til kristilig virði

 

Eg eri hálvur japanari og eri uppvaksin í Tokyo. Síðani eg flutti til Føroya sum 15 ára gamal, havi eg fest røtur úti í Svínoy. Vitanin og erfaringarnar, sum eg havi fingið frá mínum uppvøkstri í milliónabýi til mítt fyrsta arbeiðspláss á útoyggj, fari eg at brúka til at gera Føroyar til eitt enn betri stað at búgva.

Spyr man hvat vit í Miðflokkinum fara til val uppá, handlar tað fyrst og fremst um ófødda barnið. Eitt barn er Føroya Gull, og tað má verjast. Rætturin til lív er mest grundleggjandi rættur, eitt menniskja kann hava! - áðrenn tað kann hava rættindi til nakað sum helst annað!

Her eru nøkur hjartamál, sum eg vil fokusera uppá.

1. Rætturin til lív frá gitna 
2. Fjølbroyttir bústaðarmøguleikar
3. Verja av føroyskum virðum ímóti kreftum uttanífrá
4. Handilsavtala við Japan
5. Útoyggjapolitikkur

Petur Asano

Miðflokkurin


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…