Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jóhannes Miðskarð í Altinget: kunnu børn nýtast í einum valstríði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.03.2026 - 12:22 Politikkur Tíðindi

Jóhannes Miðskarð hevur skrivað eina nýggja grein í danska politiska miðlinum Altinget, har hann setir spurnartekin við eina gongd, sum sæst meira og meira í núverandi danska valkampinum: at politikarar brúka síni børn og abbabørn í valstríðnum.

 

Í greinini vísir Jóhannes Miðskarð á, hvussu sosialir miðlar í dag gera tað lætt at skapa sterkar kensluligar frásagnir. Videoir og myndir av familjulívi kunnu geva politikarum eina kenslu av nærleika og trúvirði. Samstundis kann tað eisini føra til, at børn – sum hvørki hava politiska ábyrgd ella møguleika at taka støðu – enda sum ein partur av einari politiskari framførslu.

Hann spyr tí, hvat hendir, tá børn verða brúkt í politiskum marknaðarføring. Børn hava ikki sjálvi valt at vera partur av politiska orðaskiftinum, og møguliga fara  nøkur teirra sum vaksin at hava heilt aðrar politiskar meiningar enn foreldrini.

Í greinini verður eisini drigin ein linja til hugsanir hjá politiska filosofinum Hannah Arendt um, hvussu tað politiska rúmið eigur at vera eitt stað fyri ábyrgd, orð og handling – ikki eitt stað, har privat lív og familjubond verða brúkt sum strategisk amboð í einari politiskari kapping.

Greinin er eitt innspark í eina breiðari samrøðu um politiskt samskifti í okkara tíð: hvussu nógv av privatlívinum skal verða partur av politikki – og hvar mørkini eiga at vera.

Les greinina her: 

https://www.altinget.dk/artikel/laerer-fra-venstres-bagland-til-politikere-stop-med-at-bruge-jeres-boern-som-rekvisitter-i-jeres-valgkamp

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…