Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gomul vinabond og ógloymandi løtur á Viðareiði

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  24.12.2004 - 12:01 Eldri tíðindi

Nakað undan jólum hittu vit Jóhann Restorff á Hotel Hafnia í Havn, og sum vanligt tá føroyingar hittast fall prátið inná familju, og Jóhann fór at tosa um Rosu Petersen, ella Rosu uppi við Garð, sum hon varð kallað á Viðareiði.

Spurdur um slektskapur varð teirra millum, svaraði Jóhann við einum smílið, - Nei, ikki eru vit í ætt, men vinarbond, sum vóru knýtt fyri mongum árum síðan eru ongantíð slitnað.
Jóhann hevði nógv at siga frá um Viðareiði, og endin var at vit fingu loyvi at endurgeva hann í blaðnum, og fingu vit eina heila jólasøgu burturúr.

Jóhann Restorff, greiður frá:

Sambandið til  tey á Viðareiði.
- Tey flestu mugu vita hvar Ebenezer stendur í Havn, og undir liðini á salinum stenur ein reyður handilsbygningur, nevndur Handilskjarnin.
- Økið har Handilskjarnin stendur á er økið hjá abba mínum Hans Joensen, har hevði hann stór handilshús við kolonialhandli og tojstovu, klædnahandli.
- Umframt handilin vóru fýra íbúðir í húsinum har øll familjan hjá Hans abba húsaðist. Gjøgnum árini búðu hesar familjur her. Hans og Anette, og sonur teirra Hans undir Kletti, (giftur við Marionnu, ættað úr Fámjin), dótturin Anna gifti við Arnold Dal Christiansen (sonur Sofus og Linu), sonurin Rudolf, giftur við Brynhild (ættað úr Gøtu). Harafturat ein ikki so lítil barnaflokkur.
- Ofta høvdu tey vitjan av trúboðarum, ættarfólki og vinfólki. Fyri at røkja alt hetta virksemið, hevði omma, Anetta (sum var norsk), fleiri hjálparfólk, og her er tað at vit fáa fatur á vinfólkunum av Viðareiði.
- Hann-omma, kona Jákup bónda á Heygum og Rosa hjá Sørin úti á Laðnum, hava báðar arbeitt hjá ommu, og vinarbond, ið tá vóru knýtt, hava verið so sterk, at nú nú hava tey strekt seg til fjóðra ættarlið - Og til dagin ídag, tá vit hittast í ymiskum samanhangi, kunnu vit brosa og gleðast um henda vinskap.

Ein minniligur
túrur á Viðareiði
Tá Jóhann hugsar aftur á teir mongu túrarnar úr Havn til Viðareiði, er tað serliga ein túrur fyrst í 50 árunum ella seinast í 40 árunum sum kemur honum í hug.
- Vit vitjaðu fleiri ferðir á viðareiði árini eftir kríggið og nógvar summarferiur eru brúktar har norðuri.
- Eg minnist serliga fyrstu vitjanina. Vit fóru úr Havn til Klaksvíkar við gamla Brittons Pride, sum Kjølbro tá átti. Vit hildu til omandeks, og tá vit gjørdust ov køld av vindi og sjóroki, fóru vit fram undir hvalabakið, tí har var lívd fyri ættini og sjórokinum.
- Á hesi ferðini opnaðust eygu okkara fyri tí stórbaru náttúru, sum lá uttanfyri Havnina, høgu fjøllini, sjógvurin, streymurin, fuglalívið og so upplivingin at sigla tætt inni undir landi, har æður kavaðu og taraskógvurin vendi sær í briminum.

Koma til Klaksvíkar
- Vit nærkaðust Klaksvíkini og síggja "nýtt land" fyri framman, tí her fór ein stórsligin bygging av nýggjum húsum fram, og á sjónum var ein mongd av útróðrarbátum, sum antin lógu við kaj ella fyri teym úti á vanni.
- Brittons Pride, legði at eystarumegin, har skipið hevði fast pláss, og fyri okkum stóðu á kajini fólk, sum vit aldri, høvdu sæð ella kent, men hesi vóru so hjartans blíð og góð við okkum. Hesi vóru Gigga og dreingirnir, Regin og Jógvan. Theodor var til arbeiðis, men hann hittu vit seinri. Eg minnist ikki Áslu, so kanska var hon ikki fødd tá, men eg minnist serliga til blíðskapin sum Gigga og tey sýndu okkum, og tey sum minnast Giggu hava óivað erfarið tað sama. Eg minnist at vit fóru ein kvøldartúr niðan at hyggja eftir nýggja heimi teirra, sum tá stóð í gerð. Tey búðu tá á loftinum í handlinum hjá Jóan Jakki.
- Eg haldi ikki at krónprins Fredrik var stoltari og glaðari at vísa brúður sínari, Mary, slottið tey skuldu búgva í, enn tá Theodor vísti okkum nýggju húsini - heimið hjá honum og Giggu.

Norður til Viðareiðis
- Morgunin eftir fóru við tíðliga norðum við Immanuel. Og var hetta eisini ein stórhending fyri okkum sum vóru uppvaksin í Havn. Vit løgdu at Hellini, tí veðrið var gott, og kyrt var.
- Eisini á Helluni var ein móttøka, sum kundi líknast við eina kongiliga móttøku.
- Hjartanemandi og ógloymandi minnir, sum sita rimmarføst hóast øll hesi mongu ár eru farin afturum.

Á Viðareiði.
- Rosa við børnunum, ein garður av børnum, sum ikki kendi hesi undarligi fremmandu, sum nærmast gjørdu innrás í teirra vanliga gerandisdegi og friði.
- Men skjótt loysnaðu øll fjøtrandi bond, og vit spældu saman sum børn plaga.
- Gamla Malena sat so friðarlig í stovuni og Rosa bakaði breyð í bakarovninum á loftinum við primushita. Kúgv og "dass" var í kjallaranum. Sørin var til skips. Eg haldi ikki hann var farin við Grunningi tá, men konufólkini ráddu fyri borgum og tað riggaði væl, hóast vit dreingirnir mangan kundu koma aftur til húsa við karmi frá onkrum demdum hyli í onkrari á.
- Eg svav í kamarinum við útdyrnar og har fann eg bókina Robinson Kruse, á føroyskum, so hon varð lisin á tamb. Sera áhugavert at fáa eina føroyska bók í hond á teimum døgum.
- Lívligt var upp við Garð, úti á Laðnum, Uppi a Laði, í Innistovu o.s.fr..
- Minnist aftur á tey gomlu í Innistovu og gamla Hendrik, beiggja Esmar Fuglø, Nugga, Mar-Lisabeth og tey mongu vitjandi av bygd, sum um sumrarnar hildu til uppi við Garð.
- Vit spældu við brúnna og í ánni, og tá var hjallurin hjá Rosu enn støðufastur og ikki sum nú, settur á Frilandsmuseet á Sjællandi.
- Vit fóru niðan um garðarnar á tjørnuna, fangaðu síl og makkapirrur.
- Kjógvarnir lupu ofta á og onkuntíð "koppaðu" teir okkum á, tá álopið óvart kom aftanífrá.
- Teir tryggu vællaðaðu garðarnir Uppi við Garð, vóru ofta brúktir, tá vit dreingir vóru í bardaga og spældu krígsspøl.

Frá heimabakstri til tjøru
- Vit fingu nýmjólk og heimakyrnað smør og alt heimabakað - og sum tað smakkaði, og smakkurin var varandi.
-Rabarbugreyturin smakkaði altíð so væl, at vit ongantíð søgdu nei takk og hvannagarðarnir fingu oftani vitjan av okkum óvitum, sum skóru okkum hvannir at taka til húsa, fyri at telgja tær til og fáa sukur afturvið.
- Onkuntíð gjørdist so heitt í sólini, at tjøran á tekini bránaði so mikið at vit slitu okkum bik-petti at tyggja. Hetta var okkara tyggigummi, og væl bar til.

Eitt stórt spælipláss
- Væl dámdi okkum at fara oman á Heygar, oman í Follendi, framvið hjá Dalla og jarðarmóðrini, longur oman til salin og framvið húsinum, har Jens á Viðareiði var føddur.
- Handilin hjá S.M.E. Sørensen var tá í kjallaranum og síðan stoyttu vit okkum omanav til Lassen og framvið Heimistovu og so endaliga inn til Honnu og Jákup-bónda á Heygnum.
- Minnist meg rætt var Jákup bóndi heima tað árið. Annars plagdi hann at vera við Svínoynni, sum hann og Jens Klæmint áttu í felag.
- A denn blíðskapur og hjartalag, eins og uppi hjá Rosu. Her var meira rúmsátt.
- Fjós, hoyggjhús, hjallur, el-verk, køstur. Millum húsini og fjósið var opið pláss, garður, sum kundi læsast aftur við tveimum portrum.
- Í kjallaranum sótu ofta einar 8-10 kvinnur og royttu lunda, komin oman úr Settorvu ella Urini. Onkuntíð lógu yvir 1000 lundar á gólvinum.
- Forkunnugt var at fáa lundahøvd við nýkókaðum elpum til døgruða.
- Dreingirnir, Jákup og eg, mjólkaðu og reinsaðu dagliga flórin, so alt endaði í køstinum uttanfyri. Inni í hoyggjhúsinum høvdu tey høsn, so vit fingu dagliga nýggj egg.
- Tarvurin breyt einaferð oman, men tað er ein heilt onnur søga.
- Annars spældu vit oftast í ánni og onkuntíð gjørdu vit hyl, so vit kundu vassa  og svimja í góða summarveðrinum.
- Vit vóru við í trovi, hoygging, fleyging, royting, á floti og á seiðabergi.

Við lastbili undir Leitið
- Tá mjólkin skuldi flytast  inn undir Leitið, vóru Jákup og eg ofta við í Liða-bilinum, um ikki annað fyri at hjálpa til at fylla kølivatn á kølaran, sum lak nakað illa.
- Brøðurnir í Liðanum, Hans Pauli og Christian Dánjal, høvdu hesa koyring. Báðir bilarnir teir høvdu tá vóru gamlir militerbilar frá krígnum, sum teir skiftust um at umvæla. Meðan ein koyrdi varð hin umvældur.
- Tað gekk, men heldur ikki meira, tí hesir gomlu bilar vórðu, umframt at flyta farm og góðs, eisini brúktir at flyta ferðafólk. Mong ein kona mann hava lovað olmussu á leiðini inn undir Leitið og tá bilurin bakkaði oman móti lendingini.
- Henry Joensen, pápi Jóannes Arna, fekk fyrsta lastbilin við vippu og minnist meg rætt, var Hans J. á Brekkumørk hin næsti. Hetta var ein nýggj tíð og vit kunnu siga, at motorøldin fekk sína  byrjan á Viðareiði.

Sambandið til Viðareiði
- Tá kongiligi Handilin gavst í 1856, hevði langabbi okkara, M.C. Restorff í Havn nøkur ár útihandil á Brekkumørk, so longu tá høvdu foredrar okkara samband við Viðareiði.
- Mamma Hans Paula og Christain Dánjal í Liðanum, bleiv elligomul. Sum ung arbeiddi hon í bakaríðinum hjá langabba okkara, M.C. Restorff, í Havn (har sum Hafnia er nú) og var henda viðareiðiskonan tiltikin fyri sín bakingardugnaskap.
- Vit vitjaðu um sumrarnar, og tá vóru flestu menn burtur við sluppunum. Møti vóru tó hildin í salinum, og minnist meg okkurt møti, at bert Hanna-omma hevði orðið, meðan "Demmi" og vit onnur sótu og lýddu á. Hann-omma var ein kempa, á so mangan hátt, og ikki minst á andaliga økinum. Tað fer ævinleikin einaferð at opinbera.

Ein góður havhestatúrur við vinmanninum
- Eisini má eg nevna mín góða vin, Dia.
- Andreas Isaksen sat inni í stovuni á Heygnum fyrstu ferð vit hittust.
- Hann var ikki sum hinir viðingarnir, eg higartil hevði hitt.
- Teir plagdu vanliga at vera eitt sindur smædnir, søgdu lítið og líkasum sóu ein ann, áðrenn teir opnaðu fyri og vístu hvørjir teir vóru.
- Dia harafturímóti, var beinanvegin so hjartaliga opin og blíður, at vit beinanvegin gjørdust vinmenn, hóast aldursmunin.
- Dia er gløggur, vællisin og sat oftast í dagligstovuni við eini bók.
- Ikki má eg gloyma honddrivna plátuspælaran, gramofonina. Hetta var okkum ein ókend musikkelda, sum heimanífrá bert kendu til "kattastreingir" á fiólini hjá pápa okkara.
- Heilsan hjá Dia var skerd í hansara ungdómsárum, og tí fór hann javnan til kanningar fyri lunguni. Dia var eingin verkamaður, tí heilsan hindraði hesum, men hann var ein skilamaður og man hann hava verið mongum góður í ráðum. Tá hann ár seinri fór til skips sum fjarritari, gjørdist hann maður millum menn.
- Eitt árið, vit vitjaðu á Heygnum, var hann vorðin trúlovaður við Poulu hjá Lassanum, og "dett forlibelsi". Eg skal einki "røba"her, men á den lukka.
-  Besta og mest spennandi upplivingina á Viðareiði fekk eg saman við Dia.
- Hettar var í hoygging og terrin gjørdi, at alt skuldi fáast í turkiløðini. Einki spennandi hildu vit báðir, og stungu av, uttan at siga nøkrum frá.
- Heim eftir fleygastongini og eystur á eggina. Dia kendi ein góðan fleyingasess og har settist vit.
- Havhestur er sera forvitin fuglur, so eg helt einum livandi uppi, so hann flaksaði við veingjunum og beinanvegin komu aðrir til, fyri at vita, hvat var á vási. Og so kom gongd á. Vit fleygaðu 95 havhestar hendan dagin, og vit hildu tað vera óført.
- Vit royndu síðani at fáa fongin til húsa, men hetta gjørdist ov strævið, og tí máttu vit fáa onnur at hjálpa.
- Tá vit komu í túnið á Heygum, komu avbygdagestirnir at halda møti. Hetta vóru vinmenn okkara Victor og Olhrad úr Fuglafirði.
- Havhesturin kom væl við, tí nógv hoyggingarfólk vóru at matgera til, og gloymi eg ongantíð døgurðan næsta dag: Stokt havhestabringa, rómasós, brúnkaði og hvít elpi.
- Nógv kundi verði at fortalt, men best man verða at steðga á, tí enn er mangt eftir.
- Eg vil tó senda eina serliga heilsan til Rosu, sum í kærleika og trúfesti ongantíð gloymir okkum, men er okkum framhaldandi ein góð "eyka" mamma og omma.
- Eg vil at enda senda eina heilsan til øll tykkum á Viðareiði, nevnd og ónevnd.
-Tit hava ríkað lív mítt og lív syskinna mína ómetaliga. - Túsund takk fyri tað, og Harrin signi og løni tykkum øllum.


So mong vóru orðini frá Jóhann Restorff og fara vit at takka honum fyri at vit kundu endurgeva hann í blaðnum.
John William Joensen
Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap